

Tíðaravmarkað starv til køkin á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Hevur tú hug, at royna teg í einum køki?
Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir hjálparfólki í tíðaravmarkað starv frá 1. novembur 2026 til 31. januar 2027.
Starvið er 35 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er mánadag - fríggjadag frá kl. 08 – 15.
Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til sjúklingar og viðskiftafólk.
Vit framleiða mat til sjúklingadeild, røktarheim, sambýli og dagtilhald, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
· dagliga reingerð og innaneftirlit
· uppvask
· lættari matgerð
· kantinuarbeið
· at borðreiða fyri sjúklingum, tá ið tørvur er fyri tí.
Førleikar:
- starvsroyndir frá stovnskøki, reingerð ella kundatænastu kann vera ein fyrimunur
- góðar sosialar førleikar
- góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði.
Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum starvsfelagum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Herdis E. Petersen, virkandi leiðara í køkinum, á telefon 404583 ella á teldupostadressu: [email protected]
Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: [email protected]



















