

Sjúkraføktarfrøðingar til Skurð-seingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til seingjadeildina G4/H2.
Talan er um føst størv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum at byrja 01.11.2026.
Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkur. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar deildin virksemið Dagskurð.
Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.
Førleikar
- Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú hevur dirvi, góð samstarvsevni og ert fleksibul
- Tú hevur fakligan áhuga innan øki
- Tú hevur eitt opið og jaligt sinni
- Tú hevur góðan telduførleika.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan øki.
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Upplæring á deildini
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599 - lokal 5064 t-post: [email protected] ella til Guðruna Setberg Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 t-post: gudli@fo
Føroyskt





