Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Skrivstovufólk og sjúkrarøktarfrøðingur til Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum

Hevur tú hug at arbeiða við samskipan og fyrisiting, sum hevur beinleiðis týdning fyri sjúklingar og avvarðandi? Ert tú tænastusinnað/ur, og megnar tú at varðveita yvirlitið í einum krevjandi gerandisdegi? So er hetta kanska nakað fyri teg.

Uttanlandstænastan søkir eftir einum skrivstovufólki og einum sjúkrarøktarfrøðingi til starv sum sjúklingasamskipari. Bæði størvini eru til setan 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin í báðum størvunum er í dagtímunum gerandisdagar millum kl. 8.00 og 16.00.

Um Uttanlandstænastuna

Uttanlandstænastan er eitt týdningarmikið bindilið millum sjúklingin, avvarðandi, klinisku deplarnar og samstarvsfelagar uttanlands. Uppgávurnar verða loystar í tøttum samstarvi við sjúkrahús, sjúklingavegleiðarar, sjúklingasamskiparar, sjúklingahotell og ferðaveitarar.

Fyri sjúklingar og avvarðandi kann tað vera krevjandi at fara av landinum í sjúkraørindum. Tí hava greið samskifti, neyvt fyrisitingarligt arbeiði og góð samskipan stóran týdning. Okkara arbeiði skal vera við til at skapa tryggleika og yvirlit í einari støðu, har nógv kann vera ókent.

Okkara kjarnuuppgáva er at samskipa fyrisitingarligu og praktisku viðurskiftini, tá sjúklingar verða ávístir til kanningar og viðgerð uttanlands. Vit arbeiða fyri, at sjúklingagongdin er vælskipað og samanhangandi, og at sjúklingar og avvarðandi fáa greiða kunning og vegleiðing á leiðini.

Arbeiðið fevnir um innkalling, ferðing, uppihald og samskipan í sambandi við heimferð. Harumframt umsitur deildin fíggjarlig viðurskifti, kautiónir og avrokningar í sambandi við uttanlandsviðgerð. Vit vegleiða sjúklingar og avvarðandi um rættindi og praktisk viðurskifti og taka støðu til spurningar um fylgjara sambært galdandi reglum.

Á deildini arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk í fyrisitingarligum størvum. Starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava arbeiðsstað á Uttanlandstænastuni, eru eisini ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum. Saman arbeiða vit við at menna arbeiðsgongdir og skapa góðan samanhang í tænastuni til sjúklingar og avvarðandi.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Høvuðsuppgávur á deildini

Uppgávurnar verða býttar við støði í útbúgving, fakligum førleikum og ábyrgdarøki hjá hvørjum starvsfólki. Bæði fakøkini geva sítt íkast til arbeiði, samskifti og menning av arbeiðsgongdum. Samstarvið byggir á virðing fyri fakligari vitan, metingum og ábyrgd hjá hvørjum øðrum.

Høvuðsuppgávurnar á deildini eru at:

  • Fyriskipa og samskipa sjúklingagongdir í sambandi við kanningar og viðgerð uttanlands, herundir innkalling, ferðing, uppihald og heimferð.
  • Avgreiða í móttøkuni og samskifta við, vegleiða og stuðla sjúklingum og avvarðandi.
  • Ráðgeva um rættindi og praktisk viðurskifti sambært galdandi reglum, herundir viðgera spurningar um fylgjara.
  • Samstarva við kliniskar deildir, viðgerðarstøð, sjúklingavegleiðarar, sjúklingasamskiparar, sjúklingahotell og ferðaveitarar í Føroyum og uttanlands.
  • Umsita kautiónir og umbønir og søkja um fyrisitingarligt CPR-nummar til sjúklingar.
  • Avgreiða ferðaskjøl og ferðaendurgjald.
  • Røkja bókhaldsuppgávur, herundir eftirkanna og avgreiða avrokningar fyri viðgerð uttanlands og tryggja, at tær samsvara við ávístu viðgerðina.
  • Eftirkanna, at klinisku sjúklingagongdirnar samsvara við galdandi avtalur og lógarverk.
  • Ráðgeva um og avgreiða avrokningar fyri útlendingar í viðgerð á Landssjúkrahúsinum.
  • Loysa uppgávur í sambandi við andlát, herundir gera avtalur um fráferðir í kapellinum.
  • Gera hagtøl um uttanlandsviðgerð.
  • Eftirmeta og menna sjúklingagongdir og innanhýsis arbeiðsgongdir.
  • Røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur á deildini.
Krøv til útbúgving og førleikar

Útbúgving og fakligar royndir

Til skrivstovustarvið søkja vit eftir tær, sum hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú dugir at brúka tína fakligu vitan í fyrisiting, málsavgreiðslu og tilrættisleggjan. Royndir við fyrisitingarligum arbeiði í heilsuverkinum og kunnleiki til Cosmic og Búskaparskipan Landsins eru ein fyrimunur.

Til starvið sum sjúklingasamskipari søkja vit eftir tær, sum hevur góðkenda útbúgving og royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tú hevur áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og samskipan og dugir at brúka tína fakligu vitan í metingum, vegleiðing og stuðli til sjúklingar og avvarðandi.

Lýsing er stovnað1. oktober 2026
Umsóknarfreist14. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki