Føroya Pedagogfelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Pedagogfelag

Vit leita eftir bókhaldara

Føroya Pedagogfelag sóknast eftir bókhaldara í fulltíðarstarv at byrja 1. januar 2027.

Vit bjóða eitt starv í einum av størstu fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í umsitingini starvast 4 fólk. Hetta er eitt arbeiðspláss við nógvum fjølbroyttum uppgávum, har ongin dagur er eins, og har møguleiki er fyri førleikamenning.

Vit vænta av tær

  • at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, varðveita yvirlitið og laga teg eftir skiftandi uppgávum á skrivstovuni.
  • at tú hevur hollan kunnleika til bókhald og góðan teldukunnleika og dugir at arbeiða við Dynamics 365 Business Central og Excel.

Høvuðsuppgávan er at taka sær av bókhaldinum. Harumframt fevnir starvið um limarøkt og dagligt samskifti við limir og samstarvspartar.

Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Arbeiðstíðin er vanliga kl. 08.00–16.00. Tó kann arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð koma fyri í sambandi við tiltøk, sum felagið skipar fyri.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sannu á Løgmansbø, forkvinnu, á tlf. 265326.

Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn og lívsrensl til [email protected].

Viðmerk „Bókhaldari“.

Føroya Pedagogfelag

Tungugøta 1

FO-100 Tórshavn

Lýsing er stovnað2. oktober 2026
Umsóknarfreist19. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki