StørvArbeiðsplássLýs við størvum
STØRV
Øll størv
Starvsvaktin
Arbeiðspláss
Míni størv
Summarstørv
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið

41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

7Øll størv
Bakkafrost
Bakkafrost

Bakkafrost

9 Bakkavegur, Glyvrar 625, Føroyar

Bakkafrost er størsti framleiðari av dygdarlaksi úr Føroyum. Vit hava eina rúgvu av heilsugóðum og dygdargóðum laksaúrdráttum frá okkara egnu virkjum. Bakkafrost er ein av teimum alifyritøkum í heiminum, sum er mest loddrætt samskipað. Bakkafrost hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni – frá fóðri til lidna virðisøkta vøru. Hetta tryggjar eitt sporføri, sum eingin annar megnar, umframt dygdargóðsku.

4Øll størv
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan

Umhvørvisstovan

38 Traðagøta, Argir 160, Føroyar

Umhvørvisstovan fevnir um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar.

3Øll størv
Gist & Vist
Gist & Vist

Gist & Vist

45 Oyggjarvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Sjálvboðin umsókn

Hjá Gist & Vist arbeiða vit við einum felags máli: at skapa minniligar upplivingar fyri gestir okkara. Vit reka fleiri hotell og matstovur við hvør sínum eyðkenda samleika og dygdum, men hava eisini felags virði, ið savna okkum – blíðskapur, yrkiskunnleiki og sterkt samstarv. Sum størsta samtakið í føroysku gistingar- og matstovuvinnuni leggja vit dent á at veita tænastu í serflokki. Hvørt hotell og hvør matstova í samtakinum hevur sín serliga samleika, mentan og dygdir, ið gera hvørja uppliving heilt serstaka fyri gestir okkara.

2Øll størv
La Goulette | Sentrum | Tasty
La Goulette | Sentrum | Tasty

La Goulette | Sentrum | Tasty

Argjavegur 37
Sjálvboðin umsókn

La Goulette hevur veitt føroyingum kvalitets mat síðani 2012. La goulette hevur 3 matstø

1Øll størv
Visit Vágar
Visit Vágar

Visit Vágar

Hammershaimbsvegur 1

Menningarstova fyri Vágar og Mykines.

1Øll størv
Virkishúsið við Ánna
Virkishúsið við Ánna

Virkishúsið við Ánna

360 Sandavágur

Virkishúsið við Ánna er opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til 18 ár.

1Øll størv
Vinnustovnurin
Vinnustovnurin

Vinnustovnurin

20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar

Vinnustovnurin er tænastu- og eftirlitsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Vinnustovnurin veitir tænastur til einstaklingar, stovnar, fyritøkur og virki.

1Øll størv
Vága kommuna
Vága kommuna

Vága kommuna

1 Hammershaimbsvegur, Sandavágur 360, Føroyar

Vit hyggja frameftir og taka ímóti teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman. Vit skapa eisini góðar karmar fyri vinnulívi, mentan og frítíðarvirksemi. Dentur verður lagdur á burðardygga menning í øllum verkætlanum, har atlit verða tikin til umhvørvið og náttúruna.

1Øll størv
Útlendingastovan
Útlendingastovan

Útlendingastovan

Skálatrøð 20, Postrúm 264, FO-110 Tórshavn

Frá 1. september 2024 verður avgerðarmyndugleikin í flestum málum á útlendingaøkinum fluttur á føroyskar hendur. Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2024. Hetta merkir, at allar umsóknir um varandi loyvi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi viðvíkjandi, familjusameining, arbeiði (eisini eftir ítróttaravtaluni, Fast Track-avtaluni og ES-lógini), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, umframt samfylgjandi familja teirra og au pair, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Eru spurningar til slík mál, kann Útlendingastovan veita vegleiðing. Vegleiðingar, umsóknarbløð, umframt upplýsingar um málsviðgerðartíðir og annað verður tøkt á heimasíðu okkara www.utlendingastovan.fo frá 1. september 2024. Avgerðarmyndugleikin hjá Útlendingastovuni fevnir tó ikki um mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt. Eru spurningar til hesi mál, kunnu donsku útlendingamyndugleikarnir framvegis veita vegleiðing.

1Øll størv
TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV
TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV

TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV

Óðinshædd 11, 2. hædd, 100 Tórshavn

Tryggingarfelagið LÍV hevur sín serkunnleika í og veitir eftirlønar- og persónstryggingar. Vit umsita stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hjá føroysku fakfeløgunum. Sum størsti veitari á eftirlønarmarknaðinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær ágóðan av vinninginum hjá felagnum.

1Øll størv
Tasty Hoyvík
Tasty Hoyvík

Tasty Hoyvík

Karlamagnusarbreyt 9, 188 Hoyvík

Tasty Hoyvík

1Øll størv
Tasty Havn
Tasty Havn

Tasty Havn

Tórsgøta 17, 100 Tórshavn

Tasty Tórshavn

1Øll størv
Sp/f MR-EL
Sp/f MR-EL

Sp/f MR-EL

Vágur

MR-EL er ein el fyritøka

1Øll størv
Sóljuhjarta
Sóljuhjarta

Sóljuhjarta

Niðari vegur 31, Søldarfjørður

Barnagarðurin er ein náttúrubarnagarður, normeraður til 80 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn. Á stovninum eru fýra barnagarðstovur og tvær vøggustovur. Vøggustovunar halda til í kjallaranum í skúlanum í Søldarfirði, har hølini eru gjørd í stand til endamálið.

1Øll størv
Smílikullan
Smílikullan

Smílikullan

á Tormansbakka 2, 370 Miðvágur

Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í bygdarskúlanum í Miðvági og er fyri børn í 1. og 2. flokki. Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina.

1Øll størv
Skráseting Føroya
Skráseting Føroya

Skráseting Føroya

Sigmundargøta 13, Postrúm 264, FO-110 Tórshavn

Skráseting Føroya umsitir lóggávu um parta- og smápartafeløg, ársroknskapir, grannskoðarar, hvítvask o.a. Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum, ið er ein samanrenning millum Fjarskiftiseftirlitið, Posteftirlitið, Kappingareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Útlendingastovuna og Skráseting Føroya. Eisini húsast Brúkaraumboðið í somu hølum.

1Øll størv
Sentrum
Sentrum

Sentrum

Sverrisgøta 9, 100 Tórshavn

PIzza, Shavarma og Burger Take Away

1Øll størv
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Runavíkar Kommuna

54 Heiðavegur, Saltangará 600, Føroyar

Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir við til samans 4400 borgarum

1Øll størv
Norðurstova í Miðgarði
Norðurstova í Miðgarði

Norðurstova í Miðgarði

Miðvágur

Serstovan eitur Norðurstova og hon er ein av 8 stovum í Miðgarði. Umframt serstovuna eru fýra barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur. Serstovan skal rúma 5-7 børnum. Normeringin verður føst og er tann sama sum til 20 børn. Í Miðgarði ganga umleið 106 børn, og her arbeiða 35 nærløgd og dugnalig starvsfólk, harav 18 námsfrøðingar. Hølisviðurskiftini gera tað møguligt at skipa virksemið í smáar bólkar ígjøgnum allan dagin. Norðurstova arbeiðir við øllum teimum námsfrøðiligu hugsjónum og amboðum, sum stovnurin nýtir. Hesi kanst tú lesa meira um á www.midgardur.fo

1Øll størv
Norðoya Sparikassi
Norðoya Sparikassi

Norðoya Sparikassi

Ósávegur 1, FO-700 Klaksvík

Aðalmálið hjá Norðoya Sparikassi er at gera mun í føroyska samfelagnum við at veita fíggjarligar tænastur til privat og vinnurekandi. Vit stremba eftir at styrkja møguleikan at búgva og virka í egnum nærumhvørvi. Sparikassin ynskir at skapa virði fyri kundan, starvsfólkini og samfelagið sum heild. Norðoya Sparikassin er stovnaður í 1919 sum ein lokalur sparikassi og er í dag ein nútímans peningastovnur, sum bjóðar kappingarførar tænastur til kundar í Føroyum. Høvuðsdeild sparikassans er í Klaksvík.

1Øll størv