
Heilsutrygd
Arbeiðsplássið

Um arbeiðsplássið
Heilsutrygd er stovnur, ið avgreiðir tær uppgávur, ið áður lógu hjá teimum 11 sjúkrakassunum kring landið. Harumframt hevur stovnurin yvirtikið partar av umsitingarligu uppgávunum hjá Almannastovuni í sambandi við broytingar í heilivágstilskotsskipanini og viðvíkjandi hjálparráðum.
Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd. Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.
Harumframt umsitur stovnurin Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina.
Frá 2020 hevur Heilsutrygd eftirlit við stovnum, ið veita rúsviðgerð.
7 Klaksviksvegur, Klaksvík, Føroyar