

Vit leita eftir einum handilsleiðara til FK í Fuglafirði
Ert tú til reiðar til ein nýggjan og spennandi kapittul í tínum arbeiðslívi?
Vit leita eftir einum handilsleiðara til FK í Fuglafirði.
Er tað tær, vit bíða eftir?
Vilt tú hava ábyrgd av og menna eina miðalstóra fyritøku?
Sært tú teg sjálvan við ábyrgdini av trivnaðinum hjá 22 starvsfólkum? Hevur tú hug at skifta hugskot og royndir við stjóran og aðrar dugnaligar handilsleiðarar í FK? Og hevur tú hug og vilja at taka lut í nærumhvørvinum og tryggja eina góða menning av handlinum?
Handilin hjá okkum er ein siðbundin matvøruhandil við nógvum trúføstum kundum, og vit leggja stóran dent á, at kundarnir altíð fáa bestu móttøku og tænastu.
Vøkstur, nøgd starvsfólk og nøgdir kundar eru tíni leiðimerki
Tú skalt fáa bæði starvsfólkini og handilin at blóma. Tú dugir væl at býta ábyrgd og fáa øll við, tí tú veitst, at tað skapar eitt gott arbeiðsumhvørvi, góð úrslit og ikki minst samanhald. Tú verður mettur eftir tínum førleikum at skapa góð avrik og ein handil, har tað er gott og kveikjandi at vera bæði sum starvsfólk og kundi.
Saman við starvsfólkunum er tað tú, sum:
- stendur fyri dagligu leiðsluni og tryggjar, at vitan verður deild, so handilin mennist og kemur fram á leið
- skapar góð úrslit
- tryggjar eitt rúmligt arbeiðspláss við góðum umstøðum og trivnað fyri øll
- setur nýggj starvsfólk, gevur teimum eina góða byrjan og tryggjar, at starvsfólkatoymið er rætt samansett
- sært evnini hjá starvsfólkunum og gevur teimum íblástur og áræði at mennast
- leggur til rættis, fremur og fylgir upp á staðbundin marknaðartiltøk.
Tín hugsanarháttur er lykilin til góð úrslit
Hóast tú ofta mást taka avgerðir her og nú, hugsar tú langsiktað og strategiskt. Hetta sæst eisini aftur í virkisætlanini fyri handilin, sum tú gert, mennir og fylgir í samstarvi við stjóran.
Við leiðsluroyndum úr handilsvinnuni, hevur tú ábyrgd av dagliga rakstrinum og tryggjar, at arbeiðið er væl skipað og hevur greið mál. Sum nútímans leiðari skapar tú eisini eitt arbeiðsumhvørvi við rúmi fyri ymiskleika, góðum samskifti og spennandi menningarmøguleikum. Tú dugir væl at knýta sambond og røkja samstørv. Tú aftrar teg ikki við at biðja um hjálp og ert eisini altíð til reiðar at taka eina hond í sjálvur.
Tú selur bæði góðar vørur og góð virði
Í FK í Fuglafirði brenna vit fyri at gera gerandisdagin lættari, sunnari, meira vistfrøðiligan og burðardyggan. Tað gera vit uttan at slaka í góðskukrøvunum.
Tí arbeiða vit støðugt við nýggjum verkætlanum, sum tú skalt vera við til at menna og seta tín dám á, til gagns fyri gerandisdagin hjá kundunum. Tú ert eldhugaður, gongur á odda og kanst vera fortalari fyri øllum frá burðardyggari innpakking og djóravælferð til lættar máltíðir í einum upptiknum gerandisdegi.
Samstundis hevur tú frælsi at seta tín egna dám á handilin, og tú hevur bæði stjóran og hinar handilsleiðararnar at skifta hugskot og royndir við.
Vit vænta, at tú:
- hevur royndir sum varaleiðari ella handilsleiðari
- kanst vísa á góð úrslit innan leiðslu, sølu, rakstur og menning av virksemi
- hevur royndir við KT-skipanum sum eitt nú SAP
Vit bjóða góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning og góðar starvsfólkaágóðar:
- karmar, sum geva tær møguleika at menna handilin og teg sjálvan sum leiðara
- eina eldhugaða, jaliga og framskygda nevnd
- hjálp at finna bústað
- starvsbyrjan eftir nærri avtalu.
Hevur tú hug at byrja ein nýggjan kapittul í tínum arbeiðslívi?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Claus Lundberg, stjóra, á tlf. 273129.
Ert tú okkara nýggi handilsleiðari?
Send umsóknina umvegis knøttin „Søk við vanga“.
Danskt
Føroyskt




