SPORT 24 Føroyar
SPORT 24 Føroyar
SPORT 24 Føroyar

Avloysari til SPORT 24 í Klaksvík (serliga til leygardagar)

Ert tú lesandi ella ynskir eyka arbeiðstímar? Les nærri her.

SPORT 24 í Klaksvík leitar eftir einum starvsfólki, sum kann gerast partur av okkara toymi. Vit hava brúk fyri tær, sum ert klár/-ur at loypa til arbeiðis, tá tørvur er á tær, ella tá ið sjúka ella annað rakar. Starvið er tímalønt, og hevur fastlagdar tímar annan hvønn leygardag frá kl. 10 – 16. Við møguleika fyri fleiri tímum í samband við jólasølu, feriu og líknandi.

Hvat kunnu vit bjóða tær?

· Fyrikomandi starvsfelagar

· Starvsfólkaavsláttur

· Eitt arbeiðspláss, har tú samskiftir við starvsfelagar kring landið

· At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning, har dentur verður lagdur á “tað góða arbeiðsplássið”

Tú ert ein sum:

· Ert eldri enn 15 ár

· Veitir góða kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi

· Samskiftir væl við kundarnar og helst á føroyskum

· Dugur at síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan

· Ert lagarlig/ur. Kann arbeiða leygardagar, og avloysa eftir tørvi, ymisk tíðspunkt, ymiskar dagar

Týdningarmest av øllum ein ið tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan.

Ljóðar hetta spennandi?

So frætta vit fegin frá tær áðrenn 20. oktober 2026 á midnátt.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á [email protected]

Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.

Vit gleða okkum!

____________________________________

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Lýsing er stovnað6. oktober 2026
Umsóknarfreist20. oktober 2026
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
10 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki