Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki at arbeiða kvøld- og vikuskiftisvaktir

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum tímaløntum starvsfólki til setan skjótast gjørligt.

Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðir fyri kvøld- og vikuskiftisvaktir eru hesar:
Gerandisdagar, kvøld kl. 16.00 til 21.00
Leygardagar kl. 9.00 til 15.00 ella 15.00 til 20.30
Sunnudagar kl. 14.00 til 21.00

Arbeiðsætlanin er skipað soleiðis, at tú aðru hvørja viku hevur eina vakt. Í hinum báðum vikunum hevur tú vikuskiftisvaktir, so tá arbeiðir tú 2 ella 4 vaktir.

Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.

Persónligir eginleikar:

  • tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • tú ert fyrikomandi og røkin
  • tú hevur teldukunnleika
  • tolir broytingar í starvinum

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Vit bjóða:

  • felags innleiðsla fyri starvsfólkum
  • upplæring á staðnum

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av høvuðskøkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
May Dahl Wildstrup, dagligur leiðari í kafeini, telefon 304764 teldupost [email protected] ella Gudnu á Rógvi Joensen leiðara í høvuðskøkinum tel. 234520 teldupost [email protected]

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað5. oktober 2026
Umsóknarfreist16. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki