

Vilt tú vera við til at gera góðan mat hjá Heygabúðini? 🍽️
Heygabúðin í Klaksvík leitar eftir køkshjálp. Vit leggja dent á dygdargóðar vørur og góða tænastu, og í køkinum fært tú ein týðandi leiklut í at fáa hetta at eydnast hvønn dag.
Tú fert at hjálpa til við arbeiðinum í køkinum og vera við til at gera mat til kundar okkara. Tú nýtist ikki at duga alt frammanundan, tí vit geva tær upplæring. Tað týdningarmesta er, at tær dámar at arbeiða við mati, tú leggur dent á dygd og hevur hug at taka lut í dagliga arbeiðinum.
Vit bjóða tær:
Eitt starv í køkinum hjá Heygabúðini í Klaksvík
Upplæring, so tú kemur væl í gongd
20–30 tímar um vikuna, møguliga fleiri
Hevur tú hug at arbeiða hjá okkum? Send okkum eina stutta umsókn og fortel eitt sindur um teg.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Símun á Høvdanum á telefon: 273200 ella umvegis teldupost á: [email protected].
Føroyskt