Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir nýggjum starvsfelaga til maskindeildina

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir nýggjum starvsfelaga til maskindeildina

Vilt tú vera við til at halda sjúkrahúsið koyrandi, so er eitt starv leyst at søkja frá 01.01.27 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú gott handalag og tekniskt hegni? Dugir tú at loysa ymiskar tekniskar avbjóðingar, og trívist tú í einum fjølbroyttum gerandisdegi? So er hetta møguliga starvið fyri teg.

Um starvið

Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kemur út í allar krókar á sjúkrahúsinum. Tú kemur at fáa ein gerandisdag saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, har fleiri hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mong ár. Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, og tú kemur at loysa tær í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar. Harumframt verður tú partur av vaktarskipanini.

Arbeiðsøkið hjá deildini er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahald av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt tekur deildin sær av at:

· góðskutryggja maskinur og útgerð, og hava eftirlit við veitingaravtalum

· viðlíkahalda og umvæla maskinur, el og útgerð av ymiskum slag

· umsita og viðlíkahalda hitamiðstøðina, ventilatiónsskipan og luft-gassskipan

· samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð

· hava tilkallivakt

· gera fyrifallandi arbeiði.

Um teg

· ábyrgdarfull/-ur og góðskutilvitað/-ur

· samstarvssinnað/-ur

· ert fíggjarliga umhugsin

· dugir væl at skipa títt arbeiði og tína tíð

· trívist við at arbeiða undir trýsti

· hevur hug at eftirútbúgva teg

· ert sinnað/-ur at vera partur av tilkallivaktarskipanini.

Førleikar

· maskinmeistari

· góðar tekniskar førleikar

· góðar praktiskar royndir

· góðar royndir við samskipan av verkætlanum

· koyrikort

· tað er ein fyrimunur, um tú ert góðkendur el-innleggjari.

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar CTS Stýrisskipanina Trend.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, lønarflokk 12.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Meinertsson, leiðara, á telefon 235457.

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: [email protected]

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Lýsing er stovnað6. oktober 2026
Umsóknarfreist22. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki