

1. meistari til Breiðanes
TG Fish søkir eftir einum maskinmeistara til Breiðanes.
Vit bjóða fast starv við góðari fastari løn og fastari skipan. Siglt verður tveir túrar umborð og tveir heima.
Siglt verður útfrá Hvalba og hvør túrur er um 6-10 dagar. 6 mans eru við hvønn túr.
Starvið er at verða einameistari umborð.
Maskinrúmið á Breiðanesi varð dagført í 2025 við millum annað nýggjum 1170 kW høvuðsmotori, geari og aðrari útgerð. Tú kemur tískil at arbeiða í einum dagførdum maskinrúmi.
Vit vænta at tú:
- Hevur galdandi vinnubræv, ið minsta lagið svarar til maskinistur á 2. stigi.
- Galdandi heilsuprógv
- Galdandi trygdarskeið
- Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað.
- Leggur dent á trygd og viðlíkahald
- Hevur góð samstarvsevni.
Góða fasta mánaðarløn.
Fasta 1 til 1 skipan við tveimum túrum umborð og tveimum heima.
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja 77 55 00 ella skriva til [email protected] ella [email protected]
Starvsbyrjan er eftir avtalu.
Starvið kann søkjast her á Alfred ella við at senda email til [email protected]
Føroyskt
