

Sjúkrarøktarfrøðingar til medisinsku seingjardeildina H1 við høvðussæti í hjarta- lungatoyminum
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum. Talan er um eitt starv á brøk 0,8 frá 01.01.27 til 30.09.27 og eitt á brøk 0,6 frá 01.01.2027 til 31.08.27
H1 er seingjardeild við trimum toymum. H1 Hjarta- lungatoymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 11 sjúklingum. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
- útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- fakligar royndir innan sergreinarnar
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- góðan telduførleika
- vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
- undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin.
Vit kunnu bjóða:
- innleiðslu og upplæring
- eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- jaligt tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita hjá Katrin á Lakjuni, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4920, [email protected]
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Føroyskt
Danskt


















