Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

KT Support lærlingur til Landssjúkrahúsið

Hevur tú áhuga fyri KT og tøkni, og ert tú forvitin eftir at læra nýtt - samstundis sum tær dámar at hjálpa fólki? So er hetta læruplássið fyri teg. 

KT-deildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum KT Support lærlingi; einum ágrýtnum persóni, sum hevur stóran áhuga í KT og ynskir at læra í einum góðum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, og vil verða partur av einum arbeiðsplássi, har arbeiðið ger mun - hvønn dag. Starvið er við setan skjótast til ber.

Um KT-deildina 

Sum KT Support lærlingur verður tú partur av KT-deildini á Landssjúkrahúsinum. Deildin veitir KT-tænastur til alt Sjúkrahúsverkið. Á KT-deildini starvast í dag 8 fólk, og vit arbeiða tætt saman við øðrum deildum.  

Tú fert at fáa eina fakliga spennandi og mennandi lærutíð, saman við dugnaligum og hjálpsomum starvsfelagum, í einum umhvørvi, har tøkni og menniskju eru í miðdeplinum. 

Lærutíðin fevnir um bæði praktiska læru á Landssjúkrahúsinum og skúlagongd í Kambsdali. Les meir um útbúgvingina her.

Um útbúgvingina 

Sum lærlingur luttekur tú í dagliga arbeiðinum á deildini, har uppgávurnar m.a. eru: 

  • Brúkaratænasta og support til starvsfólk 

  • Uppseting og klárgering av teldum, telefonum og øðrum KT-tólum 

  • Feilfinning og rætting av vanligum KT-trupulleikum 

  • Umsiting av brúkarum, atgongdum og útgerð 

  • Grundleggjandi arbeiði við neti, servarum og KT-trygd 

Uppgávurnar verða lagaðar eftir førleikum og menning, so tú stigvíst lærir meira og fær størri ábyrgd. 

Vit ynskja, at tú :

  • Hevur áhuga fyri KT og tøkni  

  • Ert fyrikomandi, álítandi og tekur ábyrgd 

  • Ert forvitin og fús/ur at læra   

Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.

Royndir innan KT eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit leggja størri dent á lærufýsni, forvitni og áhuga fyri KT enn á tað, tú longu dugir. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra og menna teg. Tað kann eisini verða ein fyrimunur um tú hevur miðnámsútbúgving. 

Vit bjóða 

  • Eitt trygt og gott lærupláss á Føroya størsta arbeiðsplássi 

  • Eina skipaða og fjølbroytta læru innan KT Support 

  • Góðar og hjálpsamar starvsfelagar 

  • Fakliga og persónliga menning 

  • Løn og setan sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. 
Royndartíðin er 6 mánaðir. 

Nærri kunning fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, leiðara á KT-deildini, telefon 234689 ella t-post [email protected]. 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. 

Lýsing er stovnað5. oktober 2026
Umsóknarfreist18. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)