

Starvsfólk til reingerðartoymið á Skurðgongini á Landssjúkrahúsinum
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til reingerðartoymið á Skurðgongini, G2. Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan skjótast til ber. Arbeitt verður á starvsbrøk 0,75, sum svarar til áleið 30 tímar um vikuna. Møguleiki er at taka eyka vaktir.
Um starvið
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um reingerð av felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2. Á Skurðgongini starvast í dag fimm starvsfólk innan reingerð.
Tú verður partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum, har dentur verður lagdur førleikamenning av starvsfólkahópinum.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, bæði dag- og kvøldvakt. 5. hvørt vikuskiftið er vikuskiftisvaktir.
Arbeiðið inniber dagligt samskifti við sjúklingar og starvsfólk, og tí er umráðandi, at tú dugir at samskifta á føroyskum.
Vit vænta, at tú
- Hevur góðan røkjuskap og eyga fyri smálutum
- Arbeiðir væl bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Trívist í einum arbeiðsdegi, har broytingar kunnu koma fyri
- Royndir innan reingerð eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 304614 gerandisdagar millum kl 8-14, ella skriva til Heimir Ottósson á heimir.ottosson@ls.fo.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin.











