

Køkshjálp til køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Dámar tær at matgera, ert kreativ/-ur og dámar at veita góða tænastu? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi manglar eina køkshjálp frá 1. oktober 2026, ella eftir avtalu.
Starvið er 28 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er í vanliga frá kl. 8.00 til 15.00. í løtuni er vikuskiftisvakt triðja hvørt vikuskifti, men kann hetta broytast eftir tørvi.
Vit leggja okkum eftir at veita góða kostrøkt og tænastu til sjúklingar og viðskiftafólk. Vit framleiða mat til seingjadeild, røktarheim, sambýli, heimabúgvandi pensjónistar, kantinuna og annað virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Starvið umfatar lættari matgerð, arbeiði í kantinuni, uppvask, dagliga reingerð og annað fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv:
Vit vænta at tú:
- hevur góð samstarvsevni
- ert arbeiðssom/-samur og nærløgd/-lagdur
- ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
- hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan
- ert fleksibul/-il og hevur evni at raðfesta
Við serligum atliti til arbeiðið í kantinuni:
- ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða við kundum og øðrum viðskiftafólki
- ert kreativ/-ur, sært møguleikar og dámar at matgera smærri rættir til sølu
Arbeiðsroyndir í framleiðslukøki, kantinu ella líknandi kann vera ein fyrimunur
Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum umstøðum, har tú saman við dugnaligum og góðum starvsfeløgum kanst fáa ávirkan á tænastuna í køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har er vítt til veggja og rúm fyri nýhugsan og nýskapan.
Løn og setanartreytir: smb. sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Herdis E. Petersen, leiðara í køkinum, á tel. 404581/404583 ella umvegis teldupost: herel@ks.fo
Umsókn skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo


















