Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Spennandi lærupláss í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Hevur tú hug og vilja at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? So ert tú møguliga tann rætti lærlingurin hjá okkum.

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum lærlingi sum føðsluatstøðari (ernæringsassistent) til setan 1. oktober 2026 ella eftir avtalu.

Um starvið:

Sum lærlingur verður tú partur av einum dugnaligum og virknum køkstoymi, har vit saman arbeiða fyri at veita góða kostrøkt og tænastu til sjúklingar, eldri borgarar og onnur viðskiftafólk. Tú fært høvi at læra um matgerð, kost og føðslu, samstundis sum tú mennir tínar fakligu førleikar. Eftir lokna útbúgving eru góðir møguleikar fyri arbeiði innan yrkið.

Vit bjóða:

  • eitt spennandi lærupláss, við góðum arbeiðsumstøðum
  • góðar og dugnaligar starvsfelagar við ymiskum fakligum førleikum
  • eitt gott arbeiðsumhvørvi, har rúm er fyri nýhugsan og nýskapan
  • fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur innan matvøruyrkið

Vit vænta at tú:

  • ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • møtir væl uppløgd/-ur og stundisliga til arbeiðis
  • hevur gott handalag og áhuga fyri matgerð
  • hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar undir eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • dugir væl at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt
  • dugir at samskifta í skrift og talu og at nýta teldu á brúkarastøði

Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.

Skúlakrøv:

  • í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
  • lokið grundskeið innan matvøruútbúgving á 20 vikur er ein fyrimunur

Lærutíðin er 3 ár. Í lærutíðini eru trý skúlaskeið á 10 vikur. Fyrsta skeiðið kann takast í Føroyum, meðan tey bæði seinastu skeiðini verða tikin á tekniskum skúla í Danmark. Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.

Meira kunning um útbúgvingina fæst á heimasíðuni: Ernæringsassistent | UddannelsesGuiden

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Herdis E. Petersen, leiðara í køkinum, á tel. 404581/404583 ella umvegis teldupost: herel@ks.fo

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Lýsing er stovnað7. juli 2026
Umsóknarfreist17. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki