Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Læknaskrivari til Steno Miðstøðina á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara til Steno Miðstøðina. Talan er um eitt fast starv á fullari tíð at starvsbyrjan 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.

Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.

Førleikar

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit kunnu bjóða

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen á tlf. 304599, lokal 6077.

Lýsing er stovnað6. juli 2026
Umsóknarfreist20. juli 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki