Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Farloyvisstarv sum kliniskur sexologur til Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum kliniskum sexologi at byrja 01.09.2026, ella so skjótt sum til ber og fyribils til 31. mars 2030. Talan er um eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,6.

Um starvið

Talan er um eitt fjøltáttað starv, sum í høvuðsheitum umfatar viðgerð í sambandi við trupulleikar í kynslívinum, sum eitt nú kunnu standast av somatiskari ella sálarligari sjúku, ella sum ein fylgja av viðgerð fyri hesar sjúkur. Staðsetingin hjá kliniska sexologinum verður á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran á Ergo- og fysioterapideildini.

Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum stuðlandi samrøður og ráðgeving við sjúklingar og avvarðandi teirra.

Førleikar

  • Heilsufakliga útbúgving við sergrein innan sexologi t.d. master ella útbúgving frá D.A.C.S. (Dansk Forening for Klinisk Sexologi)
  • Fakligar royndir innan økið
  • Góðar telduførleikar
  • Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga

Vit vænta

Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitisvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligt samstarv. Eisini verður væntað høgt fakligt støði og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi.
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.

Lýsing er stovnað1. juli 2026
Umsóknarfreist1. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki