Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Hevur tú hug at verða partur av okkara toymi á seingjadeildini?

Vit søkja eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Ert tú nýútbúgvin ella royndur sjúkrarøktarfrøðingur, ið ynskir nýggjar avbjóðingar, og hevur tú hug at royna teg á einari deild við fjølbroyttum avbjóðingum og skiftandi arbeiðstrýsti? So kanst tú læra og royna nógv ymiskt á okkara deild. Vit eru ein lítil deild við góðum samanhaldi, ein blandaður starvsfólkahópur við bæði ungum og eldri starvsfeløgum, ið fegin læra frá sær.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í tíðarskeiðinum 01.09.2026 ella eftir nærri avtalu til og við 31.08.2027.

Arbeiðstíðin er á brot 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Vit eru áleið 130 starvsfólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á songjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit ímynda okkum, at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hevur hug og vilja til at mennast fakliga saman við okkum
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt við at organisera og strukturera
• hevur yvirlit í akuttum støðum
• ert fleksibul
• kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á deildini
• hevur telduførleika – vit nýta Cosmic
• hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða tær
• eitt avbjóðandi, áhugavert og fjølbroytt starv
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Ynskir tú at frætta meira, ert tú vælkomin at venda tær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo

Lýsing er stovnað22. juli 2026
Umsóknarfreist30. juli 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tvøroyri, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki