Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Post doc til granskingarverkætlan um umhvørvisdálking og kropsvekt

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum søkir eftir einum post doc at gerast partur av okkara granskingarverkætlan um ávirkan av umhvørvisdálking á kropsvekt. Starvið er fulltíðarstarv, og avmarkað til 1 ár. Starvið ynskist at verða sett 1. september 2026 ella skjótast gjørligt hereftir.

Um verkætlanina
Dálkingarevnir, so sum PFAS, hava víst seg at hava fleiri negativ árin á heilsu hjá fólki. Yvirvekt er ein álvarslig hóttan móti fólkaheilsuni kring allan heimin. Fólk við yvirvekt eru í munandi hægri vanda fyri at fáa typu 2 diabetes, hjartaæðrasjúkur, stoffskiftissjúkur og aðrar kroniskar sjúkur. Dálkingarevni í okkara umhvørvi, sonevnd PFAS, tykjast at viðvirka til hægri vekt hjá børnum og ungum, men vit vita lítið um, hvørt útsetilsi fyri PFAS tíðliga í lívinum møguliga kann hava ávirkan á kropsvektina seinni í lívinum, og um vit eru serliga viðbrekin fyri útsetilsi ávís tíðarbil í lívinum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna um samband er millum útsetilsi fyri PFAS frá móðurlívi til vaksnalívið og kropsvekt, íroknað lutfallið millum feitt, vøddar og bein. Í hesi verkætlan fara vit at brúka dáta frá kohortu 1, sum eru fylgd síðani 1986 við kliniskum kanningum og við PFAS-eksponering við føðing og í aldrinum 7, 14, 22, 28 og seinast sum 39 ára gomul.

Verkætlan verður framd í samstarvi við granskarar á Syddansk Universitet, Københavns Universitet og Harvard University, og er fígging av Novo Nordisk Fonden, Granskingarráðnum og danska Miljøstyrelsen.

Um Heilsugranskingareindina
Heilsugranskingareindin skipar og samskipar granskingina í Sjúkrahúsverkinum. Heilsugranskingareindin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum er væl skipað og fylgir viðtiknum fyriskipanum fyri gransking. Høvuðsuppgávan er, umframt at fremja gransking, at veita ráðgeving og stuðul til granskarar og hava samlað yvirlit yvir granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum.

Sum post doc verður tú partur av granskingarbólkinum á Heilsugranskingareindini og sostatt partur av einum spennandi granskingarumhvørvi, ið fevnir um ph.d.-lesandi, post doc’ar og roynd vísindafólk. Á Heilsugranskingareindini leggja vit dent á at hava eitt gott granskingar- og arbeiðsumhvørvi. Samstundis fremja vit gransking á høgum altjóða støði við samstarvsfeløgum bæði innanlands og uttanlands.

Um starvið
Sum post doc kemur tú at standa fyri hagtalsgreiningum og dátuviðgerð av úrslitum í verkætlanini í tøttum samstarvi við granskingartoymið handan kanningina. Tínar uppgávur sum post doc eru m.a.

  • Skriva úrslitini saman til vísindaligar greinar
  • Miðla granskingarúrslit til almenningin, fjølmiðlar og á altjóða ráðstevnum
  • Taka virknan lut í gerandisdegnum hjá granskingarbólkinum
  • Vera við til at skriva umsóknir um víðari fígging

Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur PhD prógv innan viðkomandi øki, so sum heilsuvísind, náttúruvísind ella hagfrøði
  • Hevur góðar førleikar at nýta hagtalsforrit, so sum R ella SPSS
  • Hevur góðar førleikar í hagtalsgreining og dátuviðgerð
  • Hevur góðar førleikar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og sum partur av bólki

  • Hevur góðar førleikar at samskifta sannførandi bæði skrivliga og munnliga á enskum og føroyskum

Umsókn
Umsóknin skal innihalda:

  • Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið (umleið 1 síða)
  • Avrit av próvskjølum
  • CV og yvirlit yvir útgivnar greinar

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Nærri upplýsingar um starvið og verkætlanina fáast við at venda sær til leiðaran á Heilsugranskingareindini, Mariu Skaalum Petersen, á marsk@ls.foella +298 216695.

Lýsing er stovnað22. juli 2026
Umsóknarfreist2. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki