

Handverkari til timburdeildina
Runavíkar kommuna søkir eftir einum handverkara til timburdeildina á verkstaðnum á Lambareiði.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
· At røkja og viðlíkahalda bygningar/ognir hjá í Runavíkar kommunu
· Bæði størri og smærri handverksligar uppgávur
· Aðrar fyrifallandi uppgávur
Handverkarin svarar til rakstrarleiðaran á verkstaðnum á Lambareiði, og kemur at starvast í einum toymi við tveimum øðrum handverkarum.
Vit vænta at tú:
· Hevur handverkaraútbúgving
· Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
· Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
· Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
· Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
· Hevur koyrikort
Setanar- og lønartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Ragnar Rógvason, Rakstrarleiðara á tlf. 23 70 56
Umsókn
Tú søkir starvið umvegis alfred.fo. Umsókn, lívsrensl o.a. skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. august 2026. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Føroyskt



