Dugni
Dugni
Dugni

Handilsfólk við námsfrøðiligari ábyrgd

Dugni søkir eftir starvsfólki til Tinghúsið á Hjalla

Um Dugna
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál er at skipa fyri arbeiðsvenjing,
endurbúgving og skúling til tey, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknað og/ella undirvísingarstovnar. Fyritíðarpensjónistar mynda eisini ein stóran og týðandi part av virkseminum hjá Dugna.


Um Tinghúsið
Sum endurnýtsluhandil er Tinghúsið á Hjalla ein týðandi og væl kendur partur av virkseminum hjá Dugna. Handilsvirksemið innheldur nógvar og góðar arbeiðsvenjingar, og søkja vit nú eftir starvsfólki, ið kann arbeiða málrættað við at menna arbeiðsførleikar, ábyrgdarkenslu og sosialar førleikar hjá fólki, samstundis sum handilsvirksemið verður ment fram á leið.


Um starvið
Sum starvsfólk hevur tú, saman vid starvsfelaga, dagligu ábyrgdina av virkseminum í
Tinghúsinum. Og í tøttum samstarvi við starvsfólkahóp og leiðara leggur tú arbeiðsvenjingina í handlinum til rættis, so hon er førleikagevandi í mun til goymslu- og handilsvirksemi. Sum starvsfólk ert tú fakligur og námsfrøðiligur stuðul hjá fólki í arbeiðsvenjing, og er týdningarmikið, at tú í tínum arbeiði megnar at ganga á odda fyri einari positivari lærings- og samstarvsmentan - bæði í handlinum, men eisini á stovninum sum heild.


Arbeiðið í Tinghúsinum og á goymsluni kann til tíðir vera kropsliga krevjandi; innbúgv skal
flytast, bingjur tømast og fyrifallandi, praktiskar uppgávur skulu avgreiðast. Tað er
týdningarmikið, at tú sum starvsfólk ert sinnað at átaka tær uppgávur av praktiskum slagi, og at tú luttekur í dagliga virkseminum. Eisini er týdningarmikið, at tú megnar at hava yvirlit, og taka skjótar avgerðir. Umframt arbeiðið í Tinghúsinum og á goymsluni eru førleikametingar, samrøður og stuðul út á arbeiðsmarknaðin ein týðandi partur av arbeiðinum. Sum starvsfólk hevur tú til uppgávu at samskifta við útbúgvingarstovnar og fyritøkur, og at stuðla fólki víðari út í arbeiði, útbúgving ella annað, hóskandi tiltak.

Okkum tørvar eitt starvsfólk, ið:
- hevur áhuga og royndir í námsfrøðiligum / sosialfagligum arbeiði
- hevur áhuga í at arbeiða við fólki, og skapa góðar umstøður fyri læring og menning
- hevur áhuga í sølu og handilsvirksemi
- er væl skipað, og dugir væl at samstarva
- sær møguleikar og er nýhugsandi


Tað er ein fyrimunur um tú:
- hevur námsfrøðiliga útbúgving, ella royndir við námsfrøðiligum / sosialfagligum arbeiði
- hevur útbúgving innan handil ella royndir vid kundatænastu og sølu
- hevur handverkaraútbúgving ella royndir innan eitt nú goymslu- og timburarbeiði

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðar starv. Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. okt. ella skjótast til ber.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pædagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og lívsrensli skulu sendast til dugni@dugni.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.08.2026 kl. 12.


Ynskir tú nærri kunning um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Barbaru
Hilduberg, deildarleiðara, á tel. 292974 ella á teldupost barbarah@dugni.fo

Lýsing er stovnað9. juli 2026
Umsóknarfreist10. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
7A Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki