Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna

Námsfrøðiligur ráðgevi til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðiligum ráðgeva í tíðarvmarkastarv fram til 1. august 2027

Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini.

NR verður leidd og skipað soleiðis, at náms- og sernámsfrøðilig ráðgeving verður veitt á fullgóðan hátt eftir barnsins tørvi. Gott samskifti og samstarv skal eyðkenna NR, hvørs endamál er at stuðla undir, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a:

  • vegleiða og ráðgeva í mun til ítøkiligar spurningar og avbjóðingar
  • síggja menningarmøguleikar fyri børn við serligum avbjóðingum á dagstovnaøkinum
  • arbeiða tvørfakliga og samskifta væl og á ein greiðan hátt við øll avvarðandi kring barnið
  • saman við starvsfólkunum gera greiningar, kanningar/eygleiðingar, menningarætlanir og tilmæli
  • síggja menningarmøguleikar fyri børn við serligum avbjóðingum á dagstovnaøkinum
  • hava visjónir og megna at seta mál og átøk í verk við støði í gjørdum metingum og tilmælum og síðan at fylgja teimum upp
  • ráðgeva starvsfólki á dagstovnaøkinum við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
  • fylgja við nýggjastu vitan og gransking

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving og arbeiðsroyndir sum námsfrøðingur; eftirútbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav
  • hevur hug og hegni at leiða, eggja og samstarva
  • ert kveikjandi og før/-ur fyri at geva íblástur í náms- og sernámsfrøðiligum viðurskiftum, bæði til starvsfólk, stovnar og foreldur
  • ert opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og síggja loysnir
  • samstarvar væl við starvsfólk, foreldur og við aðrar fakbólkar kring barnið
  • megnar at arbeiða við samansettum náms- og sermánsfrøðiligum avbjóðingum, ert fakliga dagførd/ur, hevur visjónir og leggur teg eftir einum høgum fakligum støði

Vit bjóða:

  • eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • førleikamenning eftir tørvi og luttøku í ymiskum skeiðvirksemi
  • eitt fakliga mennandi umhvørvi
  • góðar starvsfelagar
  • supervisión


Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt 30 tímar starv, sum er tíðaravmarkað til 01. august 2027. Starvsbyrjan 1. oktober 2026, ella eftir nærri avtalu.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag og er lønt eftir lønarstigi 17-26 undir Námsfrøðiligir ráðgevarar. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnavátta, áðrenn setanin verður framd.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg ella hevur tú hug at hoyra meira um starvi kanst tú seta teg í samband við Anju M. Olsen, leiðara, á tlf. 282887 ella við at senda ein teldupost til anjao@klaksvik.fo.


Umsókn:

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. august 2026.

Lýsing er stovnað23. juli 2026
Umsóknarfreist11. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki