

Sølufólk fullatíð
SØLUFÓLK SØKIST 👟
Vit søkja eftir einum sølufólki í fultíðarstarv, at byrja 1. september.
Dámar tær móta og sneakers? So er tað nú, tú hevur møguleikan at gerast partur av okkara The Athlete’s Foot-toymi og fáa eitt av teimum feitastu arbeiðsplássunum. 🙌
Talan er um eitt fultíðarstarv, har tú arbeiðir 40 tímar um vikuna og annahvørt vikuskifti.
Løn eftir avtalu.
Vit eru ein fyritøka, sum brennur fyri sneakers, móta og góðari tænastu. Tí vænta vit, at tú ert málrættað/ur, veitir framúr góða kundatænastu, ert smílandi, fyrikomandi og altíð klár/ur at bjóða okkara kundum vælkomnum.
Hevur hetta tín áhuga? Send okkum tína umsókn! Vit lesa og viðgera umsóknir leypandi.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við okkum á tel. (+298) 235350 ella við at senda teldupost til dam@intersport.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
The Athlete’s Foot
Føroyskt
Enskt
Danskt
