Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Starvsfólk til kafeina

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til setan 1. desember 2026. Talan er um starv, har arbeiðstíðin hvørja viku er frá mánadag til fríggjadag kl. 7.30 til 14.30.

Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.

Persónligir eginleikar:

  • tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • tú ert fyrikomandi og røkin
  • tú hevur teldukunnleika
  • tolir broytingar í starvinum

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Vit bjóða:

  • felags innleiðsla fyri starvsfólkum
  • upplæring á staðnum

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av høvuðskøkinum á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólkini hava ein virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:

May Dahl Wildstrup, dagligur leiðari í kafeini, telefon 304764 ella Gudnu á Rógvi Joensen leiðara í høvuðskøkinum tel. 234520

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað21. oktober 2026
Umsóknarfreist3. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki