Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Læknaskrivari til Palliativa toymið á Medisinski depilin

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara brøk 0,8, talan er um fast starv at byrja 01.12.2026 ella eftir nærri avtalu.

Visiónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði. Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium og at hava krabbaskráseting (cancerregistrering) og at vera ein partur av krabbaútgreiningareindini.

Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen á tlf. 304500, lokal 6077 ella senda teldupost til [email protected]

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til samrøðu.

Lýsing er stovnað21. oktober 2026
Umsóknarfreist2. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki