

Fulltrúi til fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum
Farloyvisstarv á fíggjardeildini á Landssjúkrahúsinum.
Søkt verður eftir einum úrslitasøkjandi fulltrúa til fíggjardeildina. Viðkomandi kemur at vera við til at knýta enn meira samband millum virksemið á sjúkrahúsinum og fíggjarkarmarnar. Tann, sum verður settur, fer at hava eitt natúrligt samband við leiðslurnar á deplunum og geva teimum hollan stuðul í sambandi við fíggjarstýring. Fulltrúin fer annars at arbeiða við verkætlanum innan fíggjarøkið, sum fevna tvørturum deplar og deildir.
Í fíggjardeildini arbeiða 11 fólk, harav 3 fulltrúar sum m.a. arbeiða við fíggjarstýring og menningin innan fíggjarøkið. Økið fevnir um fíggjarstýring av Landssjúkrahúsinum og teimum stovnum, sum eru knýttir at hesum. Fíggjardeildin tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti, herundir at veita tænastu til sjúkrahúsleiðslu, depilsleiðslur og aðrar leiðslur.
Talan er um farloyvisstarv, at byrja skjótast gjørligt, og er setanin tíðaravmarkað til 1 ár.
Arbeiðsuppgávur
- Arbeiða við at tryggja skynsama nýtslu av játtan saman við deildarleiðarum, depilsleiðslum og stjórn
- Innaneftirlit / kontrolling
- Menna arbeiðsgongdir, millum annað við vitlíki og øðrum amboðum
- Fíggjarbókhald og aðrar bókhaldsuppgávur
Førleikar
Tú hevur eina langa ella miðallanga útbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú innan búskaparfrøði. Útbúgving ella royndir innan talgildan av mannagongdum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Tú hevur fíggjarligt tev, dugir at arbeiða við hagtølum og ert "analytisk/ur" og hevur áhuga fyri hesum. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.
Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi og hevur jaligan hugburð. Vit vænta, at tú ert fleksibul og røkin.
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT deildarstjóra, á telduposti: [email protected] ella á telefon +298 211800.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Føroyskt













