Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir føðsluatstøðara

Ert tú føðsluatstøðari, ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving, og hevur tað týdning fyri teg at gera føðslurættan mat, til bæði sjúklingar og starvsfólk, so er eitt fulltíðarstarv leysta at søkja í Køkinum á Landssjúkrahúsinum. Starvsbyrjan er 1. desember 2026 ella eftir avtalu.

Vit húsast í køkinum í H bygninginum, og arbeiða við nýggjari útgerð, sum kann menna framleiðsluna og arbeiðið í køkinum. Køkurin ger mat til sjúklingar, og eisini til Kafeina, Skálan og Matarhøllina. Vit eru sannførd um, at maturin hevur stóran týdning, og vit leggja stóran dent á, at maturin er bæði góður og føðslurættur.

Um starvið:
Arbeiðsuppgávurnar umfata planlegging og fyrireiking av matframleiðslu. Harumframt ert tú partur av matgerðini, at borðreiða, fremja innaneftirlit, uppvaskinum og reingerð av køkinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. Vikuskiftisvaktir eru umleið 3. hvørt vikuskifti, og eru vikuskiftisvaktir eisini kl 7.00 til 15.00.

Roknast kann við broytingum í arbeiðstíðunum og arbeiðsuppgávunum, so hvørt sum H bygningurin verður tikin í nýtslu.

Førleikar:

  • tú ert føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
  • tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
  • arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at framleiða dietar kann vera ein fyrimunur

Um teg:

  • tú ert álítandi og røkin
  • tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
  • tú tolir broytingar í arbeiðinum

Vit bjóða:

  • virknar og dugnaligar starvsfelagar
  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella teldupost [email protected]

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað12. oktober 2026
Umsóknarfreist26. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki