Nema
Nema
Nema

Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi

Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!

Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum.

Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Um starvið

Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.

Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.

Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini.

Tínar fremstu uppgávur vera

    • Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur
    • Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum
    • Fíggjarfrágreiðingar
    • At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum
    • At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl
Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta tí, at tú

    • Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc. ella hevur arbeitt við fíggjarstýring.
    • Hevur góð analytisk evni
    • Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
    • Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI
    • Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna
Ágóðar við starvinum

Afturfyri bjóða vit

    • Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini
    • Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema
    • Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis
    • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum
    • Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt
Lýsing er stovnað13. oktober 2026
Umsóknarfreist1. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Grundførleikar
Stað
5 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.ÁrsroknskapirPathCreated with Sketch.FíggjarstýringPathCreated with Sketch.Leggja fíggjarætlanPathCreated with Sketch.Microsoft ExcelPathCreated with Sketch.Microsoft PowerPoint
Starvsgreinar
Starvsmerki