Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Fíggjarleiðari til Vága Floghavn

Vilt tú vera við til at menna og tryggja fíggjarliga grundarlagið undir einum av týdningarmestu samferðslukervunum í Føroyum?

Vága Floghavn stendur í støðugum vøkstri og komandi árini verða merkt av stórum útbyggingum. Tørvur er tískil á einum dugnaligum og eldhugaðum fíggjarleiðara, at standa á odda fyri fíggjardeildini, umframt at skipa fíggjarligu stýringina av mongu verkætlanunum, ið skulu fremjast. Starvið er nýtt og er hetta sostatt ein serstakur møguleiki at vera við til menna eitt serstakt arbeiðspláss , har fakligheit, trygd og trivnaður ganga hond í hond, umframt at fremja nakrar av Føroya størstu íløgum í verki.

Vit leita eftir einum royndum og framsøknum fíggjarleiðara, sum kann taka ábyrgdina av fíggjardeildini og verða ein virkin partur av leiðslutoyminum í Vága Floghavn.

Um starvið

Sum fíggjarleiðari hevur tú ábyrgdina av at tryggja eina væl skipaða roknskapar- og fíggjardeild og fíggjarliga stýring, sum stuðlar undir rakstri, menning og strategisku málunum hjá felagnum.Tú verður ein týðandi sparringspartnari hjá stjóra, nevnd og leiðarum og fært ein sentralan leiklut í strategiskari menning og menning av avgerðargrundarlagi.

Høvuðsuppgávur

  • Leiðsla av fíggjardeildini

  • Ábyrgd fyri fíggjarætlanararbeiðinum, bæði fyri rakstur og íløgur

  • Gerð av mánaðar- og ársroknskapum

  • av -Fíggjargreiningar og -frágreiðingar til leiðslu og nevnd

  • Sparring við deildar- og millumleiðarar

  • Gjaldførisstýring og uppfylging av fíggjarligum lyklatølum

  • Ábyrgd av innanhýsis fíggjareftirliti og -váðastýring

  • Samskifti við grannskoðan, fíggjarstovnar og myndugleikar

  • Fyrisitingarligar uppgávur, sáttmálaviðurskifti o.l.

Fakligar førleikar

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur viðkomandi hægri útbúgving innan búskap, fíggjarstýring, roknskap ella líknandi

  • Hevur drúgvar royndir innan fíggjarleiðslu

  • Hevur góðan kunnleika til roknskap, budgettering og fíggjargreining

  • Dugir at arbeiða skipað og analytiskt

  • Hevur góðar KT-førleikar og royndir við fíggjarskipanum

  • Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum máli og enskum


Persónligir førleikar

Vit leggja dent á, at tú:

  • Hevur góð leiðslu- og samstarvsevni

  • Ert álitisvekjandi og dugir at skapa góð sambond

  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

  • Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða við fleiri uppgávum í senn

  • Er framtakshugað/-ur og hevur áhuga fyri menning og nýhugsan

  • Dugir at samskifta við ymiskar áhugapartar á øllum stigum

Vit bjóða

Hjá Vága Floghavn fært tú meira enn eitt vanligt arbeiði. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har fakligheit, trygd og trivnaður ganga hond í hond.

Vit bjóða:

  • eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv

  • góðar møguleikar fyri fakligari menning

  • tryggingar, matarskipan og aðrar starvsfólkaágóðar


Løn og setan
Miðað verður eftir at seta fíggjarleiðara 1. januar 2027 ella skjótast til ber.
Starvið verður lønt sambært avvaraðndi fakfelag. Starvsstaðurin er á Vága Floghavn.

Treyt fyri setan er rein revsiváttan og neyðugar trygdargóðkenningar til arbeiði á flogvallarøkinum.

Fleiri upplýsingar og umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:

  • Regin I. Jakobsen, stjóri tlf. 78 44 00

  • Rolf Herup Olsen, fyrisitingarleiðari tlf. 78 44 08

Umsóknarfreistin er 28. oktober 2026 kl. 12.00 og tú søkir starvið á starvsportalinum www.alfred.fo.

Samrøður kunnu verða hildnar so hvørt, og vit tilskila okkum rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.

Lýsing er stovnað7. oktober 2026
Umsóknarfreist28. oktober 2026
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
3P9C+29Q, 2 Flogvøllurin, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki