

Sjúkraføktarfrøðingar til Skurðseingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum til seingjadeildina G4/H2. Talan er um tvey barnsburðarfarloyvisstørv á brøki 0,8 í skiftandi vaktum. Barnsburðarfarloyvisstørvinum eru við setan frá 15. november 2026 til og við 31. august 2027 og hitt er við setan frá 15. november 2026 til og við 30. november 2027. Harumframt er eitt farloyvisstarv á brøki 0,8 í tíðarskeiðnum 15. november 2026 til og við 31. mars 2029.
Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.
Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.
Førleikar
- tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- tú hevur dirvið, góð samstarvsevni og ert fleksibul
- tú hevur fakligan áhuga innan økini
- tú hevur eitt opið og jaligt sinni
- tú hevur góðan telduførleika.
Vit kunnu bjóða
- eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- upplæring á deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599, lokal 5064 ella t-post [email protected], ella til Guðruna Setberg Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304599, lokal 5102 ella t-post gudli@fo.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Føroyskt















