Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Hjálparfólk til granskingarverkætlan um tarmbrunasjúkur

Kundi tú hugsað tær at starvast í einum fakligum spennandi umhvørvi, har gransking og kliniskar royndir ganga hond í hond? So er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit leita eftir einum granskingarhjálparfólki til MiGut-verkætlanina, ið snýr seg um tarmbrunasjúkur (IBD) í Føroyum. Okkara gransking týðir á, at Føroyar hava høgan títtleika av IBD, men orsøkirnar til hendan høga títtleika eru framvegis ókendar. Við MiGut-verkætlanini ynskja vit at varpa ljós á orsøkirnar og á longri sikt skapa grundarlag fyri fyribyrging.

MiGut verkætlanin er staðsett á Heilsugranskingareindini og er eitt samstarv millum fleiri granskingarstovnar. Johan Burisch, serlækni í tarmsjúkum, Gastroenheden, Hvidovre Hospital og gestagranskari á Heilsugranskingareindi stendur fyri hesum parti av MiGut verkætlanini. Aðrir luttakarar eru m.a. Katrin Olsen, serlækni, sum er kliniskur ábyrgdari, og Durita Dahl Djurhuus, cand.scient, sum er verkætlanarsamskipari fyri MiGut.

Talan er um eitt 1 ára tíðaravmarkað fulltíðarstarv. Starvið verður sett frá 01.10.2026 ella eftir nærri avtalu

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Sum granskingarhjálparfólk kemur tú at hjálpa til við praktiskum uppgávum í tí dagliga arbeiðinum í tøttum samstarvi við verkætlanarsamskiparan og toymið annars. Tínar uppgávur verða m.a. at

  • Standa fyri samskifti og rekruttering av luttakarum til verkætlanina
  • Standa fyri dátainnsavnan, avheintan av skarnroyndum og skjalføra og inntøppa dátur
  • Taka blóðroyndir og víðari handfaring av blóð- og skarnroyndum

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum bioanalytikari, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving innan heilsuøkið
  • hevur koyrikort (verkætlanin umfatar arbeiði kring alt landið)
  • dugir væl at samskifta, arbeiðir skipað og nágreiniliga við dygd í hásæti
  • trívist við broytiligum arbeiðsviðurskiftum og skiftandi uppgávum
  • hevur KT-førleika á brúkarastøði
  • fyrimunur er, um tú hevur royndir við at taka blóðroyndir og við gransking

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag

Les meira um MiGut-verkætlanina her: www.migut-health.eu

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Duritu Dahl Djurhuus, verkætlanarsamskipara, á tlf. 211599 ella t-post durdj@ls.fo.

Lýsing er stovnað11. september 2026
Umsóknarfreist25. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki