Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan

Starvsfólk til umhvørviskanningar (barnsburðarfarloyvi)

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til at gera umhvørviskanningar innan altjóða verkætlanina Arctic Monitoring and Assessment Progamme (AMAP). Talan er um eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.

AMAP er ein verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fylgja við dálkingarstøðuni í umhvørvinum í arktiska økinum. Til ber at lesa meira um AMAP-verkætlanina her.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Verkætlanin snýr seg um at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Arbeiðið fevnir m.a. um at taka sýni, viðgera dátur, umframt ymisk fyrifallandi arbeiði. Miðling, herundir at skriva frágreiðingar, greinar og aðra miðling av úrslitum, eru partar av starvinum. Starvið er skipað á deildini Vernd, og tú verður partur av granskingartoyminum á Umhvørvisstovuni.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú innan lívfrøði, evnafrøði ella líknandi.

Tað er umráðandi, at tú hevur tøkniligt tev og hevur lætt við at seta teg inn í forrit og skipanir.

Vit vænta, at tú megnar at samskifta á føroyskum, og dugir væl at skriva á enskum máli, er nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort B.

Førleikar innan dátuviðgerð og forrit, sum t.d. R og/ella SQL, kann verða ein fyrimunur.

Lýsing er stovnað9. september 2026
Umsóknarfreist1. oktober 2026
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Grundførleikar
Stað
38 Traðagøta, Argir 165, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki