

Sjúkrarøktarfrøðingur til Kommunulæknavaktina
Søkt verður eftir einum avloysara til barnsburðarfarloyvisstarv í Læknavaktini á starvsbrøki 0,8 til setan frá 01.10.2026 til 31.08.2027, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.
Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16:00-08:00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Læknavaktini snýr seg í høvuðsheitum um at samskipa virksemið í Læknavaktini, bæði lokalt og í samskifti við tey ymisku læknadømini í landinum. Sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar, at tíðin til hvønn einstakan borgara verður nýtt á skilabestan hátt, og virkar fyri, at allir borgarar, sum venda sær til læknavaktina, fáa ta hjálp teimum tørvar.
Sjúkrarøktarfrøðingurin svarar telefonini og tekur ímóti sjúklingum, sum koma í viðtaluna. Í telefonsamrøðuni ger sjúkrarøktarfrøðingurin sær eina metan av støðuni hjá sjúklinginum, spyr inn til, ráðgevur og metir um víðari tørv fyri sambandi við vaktlæknan. Sjúkrarøktarfrøðingurin tekur støði í niðanfyri standandi umráðing:
- Hvønn tørv/trupulleika hevur sjúklingurin?
- Kann sjúklingurin avgreiðast umvegins telefon, tvs. fáa ráð og/ella vegleiðing
- Er tørvur á læknaligari meting?
- Er tørvur á, at sjúklingurin møtir upp í læknavaktini?
- Er tørvur á koyrilækna?
- Er tørvur á sjúkrabili?
Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við vaktlæknan, og er tilvitað/ur um sítt sjúkrarøktarfakliga virkisøki í mun til førleikar og heimildir.
Førleikakrøv
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Fakligan áhuga í arbeiði innan kommunulæknaøkið
- Er fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
- Góð samkiftis- og samskipanarevni
- Er røkin
- Hevur góðan telduførleika
- Fyrimunur er, um tú hevur royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum: kommunulækna, medisin, skurð, psykiatri, pædiatri ella bráðdeild.
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu
- Fjølbroytt arbeiði
- Spennandi avbjóðingar
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at ringja til Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara á Bráðdeplinum á tlf. 304500, lokal 5707 ella skriva ein t-post á jonfo@ls.fo.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Føroyskt


















