Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Reingerðarfólk til farloyvisstarv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir reingerðarfólki til farloyvisstarv á seingjardeildin, KS3, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðnum 12. oktober 2026 – 31. desember 2027. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið. Byrjast kann eftir nærri avtalu.

Um starvið


Starvið er parttíðarstarv og er tímalønt, har arbeiðstíðin er í løtuni 22 tímar um vikuna.

Arbeitt verður aðruhvørja viku frá mánadag til sunnudag.

Arbeiðstíðin mánadag til fríggjadag er ávikavist frá kl. 08.00-14.00 ella kl. 08.00-15.00.

Í vikuskiftinum er arbeiðstíðin eitt vikuskifti kl. 08.00-12.00 og hitt vikuskifti kl. 08.00-15.00.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum. Eisini er borreiðing og avrudding av morgunmati, døgurða og millummála til sjúklingar ein partur av arbeiðinum. Hetta inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst dagligt samskifti við sjúklingar.

Vit vænta, at tú:

  • ert røkin og gongur høgt upp í reinføri
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • dámar at hava ymiskar uppgávur
  • ert fleksibul og at tú tolir broytingar
  • dugir føroyskt ella eitt av skandinavisku málunum

Vit bjóða:

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
  • ein skiftandi arbeiðsdag í góðum og skipaðum umhvørvi
  • skipaða innleiðslu og upplæring
  • royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Jastrid Gullaksen, deildarleiðara, á tlf. 235470, ella senda ein teldupost til: jasgu@ks.fo

Umsókn

Starvið verður sett skjótast tilber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Lýsing er stovnað14. september 2026
Umsóknarfreist28. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki