Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir føðsluatstøðara

Ert tú føðsluatstøðari, ella hevur tú líknandi kostfakliga útbúgving, og hevur tað týdning fyri teg at gera føðslurættan mat til bæði sjúklingar og starvsfólk? So er eitt fulltíðarstarv leyst at søkja í køkinum á Landssjúkrahúsinum. Starvsbyrjan er 01.11.2026, ella eftir nærri avtalu.

Vit húsast í køkinum í H-bygninginum og arbeiða við nýggjari útgerð, sum kann menna bæði framleiðsluna og arbeiðið í køkinum. Køkurin ger mat til sjúklingar og harumframt til kafeina, Skálan og Matarhøllina. Vit eru sannførd um, at maturin hevur stóran týdning, og vit leggja stóran dent á, at maturin er bæði góður og føðslurættur.

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar umfata planlegging og fyrireiking av matframleiðslu. Harumframt ert tú partur av matgerðini, at borðreiða, fremja innaneftirlit, uppvaskinum og reingerð av køkinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. Arbeitt verður áleið 3. hvørt vikuskifti, og eru hesar vaktir eisini frá eisini kl 7.00 til 15.00.

Roknast kann við broytingum í arbeiðstíðum og arbeiðsuppgávum, so hvørt sum H bygningurin verður tikin í nýtslu.

Førleikar

  • Tú ert føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
  • Tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
  • Arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at framleiða dietar kann vera ein fyrimunur

Um teg

  • Tú ert álítandi og røkin
  • Tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
  • Tú tolir broytingar í arbeiðinum

Vit bjóða

  • Virknar og dugnaligar starvsfelagar
  • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Felags innleiðslu umframt upplæring á deildini

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella teldupost gudna@ls.fo

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað8. september 2026
Umsóknarfreist22. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki