Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Læknaskrivarar ella skrivarar til Diagnostiska Depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivarar ella skrivarar til læknaskrivaratoymið at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey størv á fulla tíð.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast 1.100 fólk. Umleið 55 teirra hoyra til Diagnostiska Depilin, sum fevnir um Røntgendeildina og Rannsóknarstovuna. Deildirnar eru mannaðar við funktiónsleiðarum, toymisleiðarum, læknum, radiografum, bioanalytikarum og einum felags læknaskrivaratoymi.

Depilin ger ymiskar kanningar eftir ávísing frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Samstarvað verður tætt við onnur sjúkrahús bæði í Føroyum og uttanlands, og summar royndir og myndir verða sendar uttanlands til greiningar.

Læknaskrivaratoymið røkir uppgávurnar hjá Diagnostiska Deplinum. Uppgávurnar umfata eisini samskipan av screening og útgreining av krabbameini fyri Sjúkrahúsverkið.

Um teg

Tú hevur áhuga í at arbeiða í einum læknaskrivaratoymi, sum fevnir um ymisk fakøki. Tú ynskir at geva títt íkast, fakliga og sosialt, fyri góðum trivnaði á deildunum.

Arbeiðsuppgávur:

  • At bóka tíðir og innkalla borgarar til ymiskar kanningar og screening
  • Móttøka og skráseting av borgarum
  • Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við borgarar, læknar og sjúkrahús innan- og uttanlands
  • Skriva røntgenfrágreiðingar og avgreiða patologisvar
  • Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi

Førleikakrøv:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari/skrivari
  • Tú ert fyrikomandi, erlig/ur, positiv/ur og hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú evnar at varðveita ró og yvirblikk, tá ið nógv er at gera
  • Tú ert fakliga dugnalig/ur, støðug/ur, ágrýtin og trívist við nýggjum avbjóðingum
  • Tú tryggjar góðar sjúklingagongdir við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú vísir positivan vilja til tvørfakligt samstarv og broytingar í mannagongdum
  • Tú hevur hug at miðla vitan á deildini og til aðrar starvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
  • Gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patologar, radiografar, bioanalytikarar og onnur
  • Virknan gerandisdag har arbeitt verður í SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini
  • Felagsinnleiðslu á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta seg í samband við:

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Lýsing er stovnað14. september 2026
Umsóknarfreist27. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki