

Læknaskrivarar til Medisinska depil á Landssjúkrahúsinum
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum læknaskrivarum at byrja 01.11.2026, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv.
Visiónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði. Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.
Arbeiðsuppgávurnar sum læknaskrivari eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.
Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum læknaskrivari
- Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
- Góðan telduførleika
- Góð samstarvsevni og tænastusinnað/ur
- Trívist við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
- Tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
- Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen, á tlf. 304500, lokal 6077 ella senda teldupost til heia@ls.fo.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Føroyskt













