

Sosialráðgevi til Pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir sosialráðgeva til Pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið er 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin verður løgd í samráð millum sosialráðgevan og deildarleiðaran.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 130 fólk í ymiskum fakbólkum.
Pínuklinikkin er eitt landsdekkandi tilboð. Á klinikkini verða sjúklingar við non-malignari áhaldandi pínu viðgjørdir. Vit bjóða eitt samlað tvørfakligt viðgerðartilboð, har vit tillaga eina tilgongd við støði í støðuni hjá sjúklinginum. Toymið á klinikkini er samansett av pínulækna, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti, ergoterapeuti og sosialráðgeva.
Vit bjóða
• eitt spennandi starv, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein partur av toyminum í Pínuklinikkini
• fakliga og persónliga menning
• góðar starvsfelagar
• skipaða innleiðslu.
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin sosialráðgevi
• hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• ert fleksibul
• kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á arbeiðsplássinum.
Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Johannesen, deildarleiðara á Pínuklinikkini á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost ranjo@ssh.fo.
Umsókn v.m.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo.
Føroyskt














