

Størv til Brúnna - forskúlan í Runarvíkar kommunu
Størv til Brúnna - forskúli - í Runavíkar kommunu
Søkt verður eftir:
• 1 lærara í fast starv skúlaárið - lønarbrot 0,75
• 1 námsfrøðingi í fast starv skúlaárið - lønarbrot 0,75
• 3 námsfrøðiligum stuðlum til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025-2026 –
lønarbrot 0,5
Til námsfrøðiligu stuðulsstørvini er fyrimunur, um umsøkjarin er námsfrøðingur
og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir.
Lærarastarvið verður lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Námsfrøðiligu størvini verða lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar eru løntir
í lønarflokki 13-24 og hjálparfólk í 2-8.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða
skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. mai 2025 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast til johan.lervig@skulin.fo ella rks@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini á Brúnni við at seta seg í samband við
Jóhan T. Lervig, varaskúlastjóra á tel. 237133.
____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum
eru 56 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo









