Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli

Varaskúlastjóri til Runarvíkar kommunuskúla

Varaskúlastjóri til Runavíkar kommunuskúla
___________________________________________________________________________
Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025-2026


Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og hava ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans


Harumframt skal varaskúlastjórin
• standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
• saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
• saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd


Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava:
• góð leiðslu- og samstarvsevni
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
• góðan málsligan førleika á skrift og í talu
• førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar


Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.


Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.


Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.


Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. mai 2025 kl. 12.00.


Umsóknin skal sendast á: durita.joensen@skulin.fo


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella 477331
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 510 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.

Lýsing er stovnað30. April 2025
Umsóknarfreist13. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.ErligheitPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.HRPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.LeiðsluevniPathCreated with Sketch.Microsoft PowerPointPathCreated with Sketch.Microsoft WordPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.StundisligurPathCreated with Sketch.StarvsfólkaumsitingPathCreated with Sketch.TolsemiPathCreated with Sketch.ToymisarbeiðiPathCreated with Sketch.UndirvísingPathCreated with Sketch.VaktarplanleggingPathCreated with Sketch.Vanligir telduførleikar
Starvsgreinar
Starvsmerki