Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur fyri Faktor Sp/f, skrás. nr. 5948, Jónas Broncksgøta 48, 100 Tórshavn Faktor Sp/f rekur Alfred í Føroyum. Alfred er ein skipan har fyritøkur kunnu lýsa størv leys, og umsøkjarar kunnu søkja um størv. Alfred verður rikin umvegis eina loyvisavtalu (franchise agreement) við Alfreð ehf., skrás. nr. 630217-0830, Laugavegur 176, 105 Reykjavík, Ísland (hereftir Alfreð ehf.). Alfred skipanin kann nýtast frá Alfred Job appini og/ella Alfred heimasíðuni, www.alfred.fo.

Tað eru nógvir mátar at nýta okkara tænastur. Til dømis kanst tú brúka okkara app á fartelefonini, nýta netskipanina, kaga á okkara heimasíðu, ella umbiðja hjálp. Tá tú brúkar okkara tænastu ella aðramáta veitir okkum upplýsingar um teg, til dømis tá tú stovnar tín vanga, brúka vit upplýsingarnar um teg til at veita tær tænastur, til at gera okkara tænastur betur, og til at geva tær viðkomandi svar uppá tínar spurningar.

Okkara tænastur eru ikki ætlaðar børnum undir 16 ára aldur. Vit viðgera ikki persónupplýsingar um børn undir 16 ára aldur. Um tú ikki er 16 ár ella eldri, vinaligast lat vera við at brúka okkara heimasíðu ella fartelefon app uttan loyvi og eftirliti frá tínum verja.

Tá tú brúkar okkara tænastur hevur tað týdning fyri okkum, at tú til fullnar skilur, hvussu og hví vit viðgera tínar upplýsingar, og at tú kennir tíni rættindi.

Í hesum privatlívspolitikki fyri Faktor Sp/f (“politikkurin”) greiða vit frá:

·      Hvørjar upplýsingar vit savna og hvussu,

·      Hvussu vit brúka savnaðu upplýsingarnar og við hvørjari løgfrøðiligari heimild,

·      Hvussu longi vit viðgera savnaðu upplýsingarnar,

·      Hvør hevur atgongd til savnaðu upplýsingarnar,

·      Hvørji rættindi tíni eru í sambandi við upplýsingarnar og hvussu tú útynnir tey.

Vit hava roynt at lýsa alt so greitt og einfalt sum gjørligt, men um tú ikki skilur okkurt av hugtøkunum ið verða nýtt, til dømis “persónupplýsingar”, “IP-adressa”, ella “kennifíla”, mæla vit til at tú fyrst hyggur gjøgnum orðalistan yvir lyklahugtøk í Skjali A til hendan politikk. Er eitthvørt sum framvegis er ógreitt, kanst tú til hvørja tíð seta teg í samband við okkum við at senda teldupost til alfred@alfred.fo.

 

1.        HVØRJAR UPPLÝSINGAR SAVNA VIT OG HVUSSU

Teir upplýsingar sum vit savna um teg valdast, hvørt tú ert ein einstaklingur ið leitar eftir starvi gjøgnum Alfred skipanina (“brúkari”), ella umboðar eina fyritøku sum leitar eftir starvsfólki gjøgnum Alfred skipanina (“fyritøka”).

Um tú ert ein brúkari, savna vit hesar upplýsingar:

·      Upplýsingar sum tú veitir okkum. Hetta eru persónupplýsingar sum tú letur okkum, tá tú setir teg í samband við okkum, ritar inn á Alfred skipanina, ella biðjur um hjálp. Vanliga veitir tú hesar upplýsingar við at fylla út og senda ein frymil á okkara heimasíðu, við at rita inn á Alfred skipanina umvegis tína sosialu miðlakontu, rita inn við telefonnummari og SMS-boðum, ella rita inn við teldupostadressu, við at leggja upplýsingar á tín kontovanga til Alfred skipanina, við at útfylla eina nøgdsemiskanning ella avtalu, ella við umbøn um hjálp. Á henda hátt kanst tú lata okkum títt fornavn, eftirnavn, profilmynd í Alfred skipanini, teldupostbústað, telefonnummar, føðingardag, upplýsingar um lívsrensl, útbúgving og starvsleið, viðheftar fílur (so sum CV og prógv), málsligan førleika, leinkjur til tínar almennu profilar (t.d. til tína heimasíðu, Facebook ella LinkedIn konto v.m.) og upplýsingar um aðrar førleikar sum tú hevur. Hevur tú biðið okkum um hjálp, savna vit upplýsingar um ítøkiliga tørvin hjá tær. Til tess at betra um okkara tænastu og brúkaratænastu, brúka vit eisini upptøkur á telefonsvararanum, tá tú velur at tosa inn á telefonsvararan.

·      Upplýsingar sum vit mótttaka, tá tú brúkar okkara tænastur. Vit savna upplýsingar um, hvussu tú brúkar okkara tænastur, frá vitjanir á heimasíðuni til nýtsluna av Alfred skipanini. Upplýsingarnir eru hesir:

o   Upplýsingar um títt virki á okkara heimasíðu. Vit nýta kennifílur (cookies) til tess at greina ferðsluna á okkara heimasíðu. Tá tú vitjar okkara heimasíðu, skráseta vit títt virki á heimasíðuni, so sum talið av síðum sum tú vitjar, hvussu longi tú vitjar, hvørjar síður tú vitjar, endurtiknar vitjanir, osv. Vit tengja ongantíð hesar upplýsingar til tínar persónligu upplýsingar, so sum upplýsingar sum tú tøppar í ein frymil á okkara heimasíðu, ella til tína IP-adressu. Fleiri upplýsingar um nýtslu av kennifílum eru at finna í Skjali B í hesum politikkinum.

o   Upplýsingar um títt virki í Alfred skipanini. Tá tú nýtir Alfred skipanina, annaðhvørt umvegis okkara heimasíðu ella app, fáa vit upplýsingar um yvirlitið yvir tínar starvsumsóknir, støðuna á umsóknini, og tíni starvsynskir. Til tess at greina og loysa trupulleikar viðvíkjandi samskifti millum teg og arbeiðsgevarar ella aðra brúkarahjálp veitt annaðhvørt til tín ella arbeiðsgevaran, kunnu vit hava atgongd til boð millum teg og arbeiðsgevaran, um tú ella ein arbeiðsgevari gevur loyvi til tess.

o   Upplýsingar um tína tóleind. Í sambandi við krassjfráboðanir og brúkarahjálp, fáa vit upplýsingar um hvørja útgávu av skipanini tú nýtir, upplýsingar um tóleindina hjá tær, herundir operativskipan og tólbúna, stakk-spor (stack trace) av krassjinum og aðrar upplýsingar sum eru neyðugir til tess at betra okkara vørur og tænastur og rætta brek og feilir. Hesir upplýsingar, savnaðir tá tú brúkar Alfred Job appina, eru ikki tengdir til ein individuellan persón á nakran hátt. Um tú knýtur í Alfred skipanina umvegis web-skipanina, savna vit upplýsingar um tína operativskipan, kaga, hvussu leingi tilknýtið vardi (session duration), teksthøvdið á brúkara-forritsumboðnum (user-agent header), webadressuna (URL) og sonevndar breyðmolaslóðir (breadcrumbs). Vit kunnu eisini savna upplýsingar og tengja teir til tína IP adressu, men einans í sambandi við at loysa trupulleikar um Alfred skipanin krassjar, og tá ítøkiliga til tess at sanna at tú ert tann sami brúkarin sum var ávirkaður av krassjinum, og til tess at máta hvussu nógvir Brúkarar vóru ávirkaðir av tí sama krassjinum. Vit brúka ikki IP adressur til tess at tengja upplýsingar um eina tóleind til ein ávísan persón.

Um tú er arbeiðsgevari, so eru vit dátuviðgeri viðvíkjandi flestu av tínum persónupplýsingum. Í so fall valdast upplýsingarnir, sum vit viðgerða um teg um Dátuviðgerðartreytirnar sum  fyritøkan hjá tær hevur givið samtykki til. Hinvegin, so eru tað framvegis nakrir upplýsingar sum vit viðgera sum dátuábyrgdari:

·      Upplýsingar sum vit móttaka tá tú brúkar okkara tænastur. Vit savna upplýsingar um hvussu tú brúkar okkara tænastur, alt frá vitjanir á heimasíðuni til nýtslu av Alfred skipanini. Talan er um hesar upplýsingar:

o   Upplýsingar um títt virki á okkara heimasíðu. Vit nýta kennifílur (cookies) til tess at greina ferðsluna á okkara heimasíðu. Tá tú vitjar okkara heimasíðu, skráseta vit títt virki á heimasíðuni, so sum talið av síðum sum tú vitjar, hvussu longi tú vitjar, hvørjar síður tú vitjar, endurtiknar vitjanir, osv. Vit tengja ongantíð hesar upplýsingar til tínar persónligu upplýsingar, so sum upplýsingar sum tú tøppar í ein frymil á okkara heimasíðu, ella til tína IP-adressu. Fleiri upplýsingar um nýtslu av kennifílum eru at finna í Skjali B í hesum politikkinum.

o   Upplýsingar um tína tóleind. Í sambandi við krassjfráboðanir og brúkarahjálp, savna vit upplýsingar um tína operativskipan, kaga, hvussu leingi tilknýtið vardi (session duration), teksthøvdið á brúkara-forritsumboðnum (user-agent header), webadressuna (URL) og sonevndar breyðmolaslóðir (breadcrumbs). Vit kunnu eisini savna upplýsingar og tengja teir til tína IP adressu, men einans í sambandi við at loysa trupulleikar um Alfred skipanin krassjar, og tá ítøkiliga til tess at sanna at tú ert tann sama Brúkarin sum var ávirkaður av krassjinum, og til tess at máta hvussu nógvir Brúkarar vóru ávirkaðir av tí sama krassjinum. Vit brúka ikki IP adressur til tess at tengja upplýsingar um eina tóleind til ein ávísan persón.

 

2.        HVUSSU BRÚKA VIT INNSAVNAÐU UPPLÝSINGARNAR  OG Á HVØRJUM LÓGARGRUNDARLAGI

Vit brúka upplýsingarnar sum vit savna til tess at veita tær okkara tænastur, serstakliga til tess at geva tær møguleika at stovna atgongd til Alfred skipanina, nýta Alfred skipanina rætt, og fyri at veita teir upplýsingar um teg sum eru mest viðkomandi til tess at fáa tað starvið, sum tú hevur áhuga fyri, og hinumegin, til tess at at geva tíni fyritøku møguleikan fyri at finna best egnaða persónin til starvið. Vit brúka eisini tínar persónligu upplýsingar til tess at viðlíkahalda, verja og víðarimenna Alfred skipanina.

Upplýsingarnir sum vit savna, heruppií persónupplýsingar um teg, verða eisini nýttar til at verja okkum og aðrar Brúkarar av okkara tænastum.

Tín teldupostbústaður kann verða nýtt til at senda tíðindabrøv um okkara tænastur, so sum fráboðanir um ætlaðar broytingar ella betringar.

Vit brúka upplýsingarnar sum vit savna frá kennifílum til at betra brúkaraupplivingina og góðskuna sum heild á okkara tænastum. Til tess at gera tað, nýta vit fleiri triðjapartstænastur, so sum Google Analytics og aðrar tænastur lýstar í Skjali B til hendan politikkin.

Lógargrundarlagið fyri at viðgera tínar persónupplýsingar eru ymist, alt eftir um tú er ein Brúkari ella Arbeiðsgevari:

·      Um tú ert Arbeiðsgevari, viðgera vit persónupplýsingar til tess at halda avtaluna við teg, halda okkara lógarskyldur og verja okkara rímuligu áhugamál.

·      Um tú ert Brúkari, viðgera vit eisini tínar persónupplýsingar til tess at inna avtaluna við teg, halda okkara lógarskyldur og verja okkara rímiligu áhugamál, men við tað at vit eisini lata tínar persónupplýsingar víðari til aðrar dátuábyrgdarar – tínar møguligu Arbeiðsgevarar, so nýtist okkum títt nágreiniliga samtykki til slíka viðgerð av upplýsingunum. Gev gætur at føroyska Dátuverndarlógin í mun til GDPR hevur eina breiðari allýsing av, hvat skal skiljast sum viðkvæmir upplýsingar. Eitt nú um ein út frá lívsrenslinum (CV’num) í umsóknini kann útleiða longri arbeiðsloysi, so er talan um upplýsing um ein munandi sosialan trupulleika, ið sambært Dátuverndarlógini kemur undir viðkvamar upplýsingar. Onnur dømi eru eisini um víðkanir av hugtakinum viðkvæmir upplýsingar, og nýtist okkum tí eisini títt nágreiniliga samtykki til at lata viðkvæmar upplýsingar víðari. Við tað at veiting av upplýsingum um teg til møguligar Arbeiðsgevarar er grundleggjandi endamálið við Alfred skipanini, so er ikki gjørligt at veita tær okkara tænastur uttan so at tú gevur okkum títt nágreiniliga samtykki til at lata upplýsingarnar víðari til Arbeiðsgevarar.

Hvørja ferð tú sum Brúkari søkir um starv, sum ein Arbeiðsgevari hevur lýst leyst, spyrja vit um títt samtykki til at deila persónupplýsingar sum eru í skipanini og sum tú hevur veitt í tínum Alfred vanga, til hendan Arbeiðsgevaran. Um tú tekur aftur umsóknina frá einum ávísum Arbeiðsgevara, verður hetta mett sum at tú tekur aftur títt samtykki til at deila tína umsókn við hendan Arbeiðsgevaran og Faktor Sp/f vil beinanvegin taka upplýsingarnar aftur frá hesum Arbeiðsgevaranum.

Ver viss(ur) í, at um vit nakrantíð ynskja at nýta upplýsingarnar um teg til endamál, sum ikki eru nevnd í hesum politikki, vilja vit altíð kunna teg frammanundan og geva tær møguleika fyri at halda uppat við at brúka okkara tænastur.

Okkara rímiligu áhugamál í at viðgera tínar persónupplýsingar eru:

·      at kontakta teg í samband við sínámillum viðskiftasambond, herundir beinleiðis marknaðarførðsla (direct marketing),

·      at betra um okkara tænastur,

·      umvæla feilir sum koma fyri við nýtslu av okkara tænastum,

·      tryggja trygdarrit og endurgerð (backup and recovery) av skipanum og dátum um brek kemur á tænastur,

·      verja rættarkrøv hjá Faktor Sp/f og hinum kundum okkara,

·      at meta um dygdina á okkara tænastum grundað á nøgdsemiskanningar sum tú svarar,

·      at meta um hvussu marknaðarátøk, sum tú hevur luttikið í, hava hepnast, og

·      at tryggja úrslitagóða tænastuhjálp og arbeiðsútinnan.

 

3.         HVUSSU LEINGI VIÐGERA VIT INNSAVNAÐU UPPLÝSINGARNAR

Tínir persónupplýsingar verða altíð einans goymdir og viðgjørdir so leingi sum tað er neyðugt, til tess at røkka endamálinum sum teir vóru savnaðir til. Til dømis, um tú avgerð at sletta tína konto í Alfred skipanini, so goyma vit tínar persónupplýsingar í 30 dagar harútyvir, um so skuldi verið, at tú skuldi ynskt at endurstovna kontuna, men hareftir beina vit fyri tínum persónupplýsingum.

Tá vit deila tínar persónupplýsingar við Arbeiðsgevarar, loyva vit teimum atgongd til teir í mesta lagið 1 ár frá tíni umsókn um starvið. Tá 1 ár er liðið síðani umsóknina ella frá tí at tú tók umsóknina aftur, hevur Arbeiðsgevarin ikki longur møguleika fyri at síggja tínar persónupplýsingar í Alfred skipanini.

Gev gætur, at vit kunnu ikki strika tínar upplýsingar sum ein Arbeiðsgevari sum tú vendi tær til við eini starvsumsókn, kann hava goymt í tí sambandi. Tískil mást tú seta teg í samband við viðkomandi Arbeiðsgevara til tess at umbiða slíka striking.

Vinaliga gev gætur, at vit í summum førum kunnu goyma nakrar av tínum persónupplýsingum fyri eitt longri tíðarskeið, serstakliga tá hetta er fyriskrivað við lóg (so sum skattalóg), ella tá vit hava tørv á at verja okkara rímiligu áhugamál (t.d. um vit hava eina ósemju okkara millum sum bíðar eftir viðgerð í rættinum, og vit hava tørv á upplýsingunum til tess at prógva, at tú var kundi hjá okkum). Í hesum førum goyma vit bert teir persónupplýsingar, sum eru neyðugir til endamálið og strika teir so skjótt sum gjørligt.

 

4.         HVØR HEVUR ATGONGD TIL TÍNAR UPPLÝSINGAR

Faktor Sp/f leggur stóra áherðslu á vernd av persónupplýsingum og vil ongantíð selja tínar persónupplýsingar til triðjapartar. Tá tú søkir um eitt starv hjá einum Arbeiðsgevara, víðarilata vit tínar persónupplýsingar til Arbeiðsgevaran. Endamálið við at geva Arbeiðsgevaranum atgongd til tínar persónupplýsingar er, at tað er neyðugt til tess at Arbeiðsgevarin kann samskifta við teg, Brúkaran, sum sítt møguliga framtíðar starvsfólk.

Um tú, við viðkomandi stillingum, á tínum Alfred vanga loyvir sonevndari høvdaveiðu (head-hunting), loyvir tú harvið starvsfólki hjá Faktor Sp/f at síggja tínar upplýsingar við tí fyri eyga, at meta um hvørt tú hevur førleikar til eitt ávíst starv, og møguliga seta seg í samband við teg viðvíkjandi starvinum.

Eisini kunnu vit lata tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar til omanfyrinevndu endamál, í tann mun hetta er neyðugt (sí niðanfyri).

Sum greitt frá omanfyri, fara tínir persónupplýsingar at vera deildir við skrásettar Brúkarar og Arbeiðsgevarar í Alfred skipanini. Um tú er ein Brúkari, so eru tað bert Arbeiðsgevarar sum tú hevur søkt starv hjá, sum kunnu síggja tínar persónupplýsingar. Um tú er ein Arbeiðsgevari, kunnu tínir persónupplýsingar einans síggjast av øðrum Arbeiðsgevarum og Brúkarum, um tú setur teir í tínar starvslýsingar.

Vinaliga gev gætur, at okkara loyvisgevari (franchisor) og veitari av Alfred skipanina, Alfreð ehf. í Íslandi, og teirra dótturfelag, Alfred s.r.o. í Kekkia, hevur atgongd til tínar persónupplýsingar.

Vit kunnu eisini lata tínar persónupplýsingar víðari til cloud-tænastuveitarar sum tryggja dátuflutning millum okkum og teg, okkara tænastu-tøkningar og tænastu-partnarar sum veita hjálp (support) og viðlíkahaldstænastur, okkara mennarar, okkara løgfrøðiligu ráðgevarar í sambandi við fyrireiking av sáttmálum ella loysn av ósemjum, og uttanhýsis grannskoðarar og skattaráðgevarar.

Vit deila upplýsingar um tína nýtslu av Alfred skipanini við triðjupartar sum veita samskiftis- og marknaðarføringstænastur til okkum.

Vit viðgera tínar persónupplýsingar í umveldi Føroya, Evropeiska samveldisins (ES) og umveldi Evropeisku búskaparligu samgongunar (EBS), og lata teir víðari til okkara amerikansku samstarvsfelagar í samsvari við galdandi lóggávu. Um vit lata tínar persónupplýsingar til USA, so brúka vit einans tær tænastur sum eru góðkendar undir persónskjøldursavtaluni millum ES og USA (Privacy Shield) til tess at tryggja eitt nøktandi verndarstøði, sjálvt eftir at upplýsingarnir eru fluttir. Um tú hevur áhuga í at vita hvar júst tínir persónupplýsingar eru staddir, kanst tú til hvørja tíð seta teg í samband við okkum á alfred@alfred.fo, og vit vilja gleðiliga ganga áheitanini á møti.

Um vit lata tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar, gera vit tað altíð grundað á eina nøktandi avtalu við viðkomandi part, til tess at kunna hava eftirlit við, hvussu tínir persónupplýsingar verða handfarnir.

5.         HVUSSU VIT TRYGGJA PERSÓNUPPLÝSINGAR

Vit taka okkara skyldu og lyfti um at veita vissu fyri trygdini av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Tí royna vit at gera teir best møguligu trygdartiltøkini til tess at fyribyrgja misnýtslu ella aðra óheimilaða viðgerð av tínum persónupplýsingum. Til tess at tryggja persónupplýsingar, skipa vit fyri fylgjandi atgerðum:

·      Váðagrundað meginregla. Vit vilja við jøvnum millumbilum endurskoða váðan av kunningartrygdini í sambandi við persónupplýsingar, til tess at tryggja at vit hava eitt nøktandi trygdarstøði fyri persónupplýsingar.

·      Trygdarmannagongdir í fyritøkuni. Vit leggja dent á at tryggja tínar persónupplýsingar móti vandunum fyri feilum av mannaávum, serstakliga:

o   vit hava tikið í nýtslu og viðlíkahalda vegleiðingar og innanhýsis trygdarskjøl,

o   vit halda regluligar venjingar fyri okkara starvsfólk og onnur starvandi um reglurnar fyri handfaring av persónupplýsingum, og um vandatættir í kunningartrygdini,

o   vit áseta í sáttmála ábyrgd hjá starvsfólki, uttanhýsis samstarvspørtum, veitarum og øðrum triðjupørtum við atgongd til tínar persónupplýsingar,

o   vit hava tikið í nýtslu og viðlíkahalda standard mannagongdir fyri handfaring av tínum persónupplýsingum.

·      Tøknuligar atgerðir. Vit hava týðandi tøkniligar atgerðir til tess at vissa trygdina á tínum persóndáta, serstakliga:

o   antivirusskipan á ambætarum at verja ímóti illbúnaði (malware),

o   nettrygdarskipanir, sum sameina brandveggir (firewalls), netstillingar og aðra tøkni,

o   bronglan av dátasamskiftinum í Alfred skipanini við HTTPS,

o   allir persónupplýsingar eru goymdir trygt í SQL-dátugrunni á ambætarum innanfyri ES/EBS,

o   trygdaravrit av kritiskum infrakervi og dátum.

·      Fysisk trygd. Til tess at verja persónupplýsingar sum eru á skrift og fysiska verju av KT-útgerð:

o   Vit hava ræði á atgongdini til dátugrunnar við tínum persónupplýsingum,

o   Vit hava tryggjað trygdina í ambætarahølum, og hølum har persónupplýsingar verða goymdar.

 

6.         ÚTINNAN AV TÍNUM RÆTTINDUM

Tú hevur fylgjandi rættindi viðvíkjandi viðgerðina av tínum persónupplýsingum:

·      rættin til innlit og atgongd til persónupplýsingar,

·      rættin til at rætta,

·      rættin til at strika (“the right to be forgotten”),

·      rættin til at viðgerðaravmarking,

·      rættin til dátuflutning,

·      rættin til at mótmæla viðgerð, og

·      rættin til at klaga um viðgerðina av persónupplýsingum.

Tíni rættindi eru neyvari greinað niðanfyri, til tess at geva tær eina greiðari fatan av hvat tey merkja. Tú kanst útinna øll tíni rættindi við at skriva til okkum á alfred@alfred.fo. Tú kann eisini senda eina klagu til Dátueftirlitið (www.dat.fo).

Rætturin til innlit og atgongd merkir, at tú til hvørja tíð kann biðja okkum um at vátta, hvørt persónupplýsingar um teg verða viðgjørdir ella ikki, og um teir verða, so hevur tú rætt til atgongd til allar upplýsingarnar og upplýsing um endamálið við viðgerðini, í hvønn mun og hjá hvørjum teir eru gjørdir tøkir, hvussu longi vit fara at viðgera teir, hvørt tú hevur rætt til at rætta, strika, avmarka viðgerðina, ella mótmæla viðgerðini av persónupplýsingum, hvaðani vit fingu persónupplýsingarnar, og hvørt tínir persónupplýsingar eru viðgjørdir í sjálvvirkandi avgerðargongd (automated decision making), herundir profiliering.

Rætturin til at rætta merkir, at tú til hvørja tíð kann biða okkum um at rætta ella leggja persónupplýsingar afturat  um tær eru skeivar ella ófullkomnar.

Rætturin til at strika merkir, at at vit skulu strika tínar persónupplýsingar um: (i) tær ikki longur er neyðugar til endamálið, sum tær vóru savnaðar ella aðramáta viðgjørdar, (ii) viðgerðin er ólóglig, (iii) tú mótmælir viðgerðini, og tað eru ongar tungtvigandi rímiligar orsøkir til viðgerðina, sum koma framum tíni rættindi, (iv) vit hava skyldu at gera tað sambært lóg, (v) tú hevur tikið aftur samtykkið til viðgerðina av persónupplýsingum hjá okkum (treytað av at ítøkiligu persónupplýsingarnar verða viðgjørdir einans grundað á títt samtykki).

Rætturin til viðgerðaravmarking merkir, at vit mugu avmarka viðgerðina av tínum persónupplýsingum, til avgerð er tikin viðvíkjandi umstríddum spurningum um viðgerðina av tínum persónupplýsingum.

Rætturin til dátuflutning merkir, at tú hevur rætt til at fáa persóndáta sum viðkoma tær, og sum tú hevur latið okkum, og sum eru viðgjørd sjálvvirkandi (by automatic means) grundað á samtykki ella avtalu og í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum forsniði (format), og rætturin at fáa hesar persóndátur fluttar beinleiðis til ein annan dátuábyrgdara.

Rætturin til at mótmæla viðgerðini merkir, at tú kanst mótmæla viðgerðini av tínum persónupplýsingum sum vit viðgerða við endamáli, sum er innanfyri okkara rímuligu áhugamál, serstakliga til beinleiðis marknaðarføring. Um tú mótmælir viðgerð, ið hevur til endamáls beinleiðis marknaðarførðslu, verða tínir persónupplýsingar ikki longur viðgjørdir til hetta endamál.

 

Hesin privatlívspolitikkur hevur gildi frá og við 15. september 2022 at rokna.

Skjal A

ORÐALISTI YVIR LYKLAHUGTØK

Alfred skipanin

Ritbúnaður, sum er mentur av Alfreð ehf. í Íslandi sum amboð til arbeiðsávísing, og sum kann nýtast annaðhvørt umvegis okkara heimasíðu www.alfred.fo ella umvegis Alfred Job appina.

Brandveggur

Ein brandveggur (firewall) er partur av einum teldukervi sum økir ferðslutrygdina í kervinum, og verjur tóleindina frá óynsktum álopum frá øðrum.

Illbúnaður

Illbúnaður er eitt meinfýsið telduforrit, sum hevur til endamáls at bróta inn í eitt teldukervi og skaða tað ella stjala dátur.

IP-adressa

IP-adressan (Internet Protocol address) er eyðmerkingarnummarið hjá tíni tóleind í einum kervi sum nýtir internet protokollina.

Kennifíla

Ein kennifíla (cookie) er ein lítil tekstfíla sum websíður goyma á tíni tóleind umvegis tín kaga. Flestu heimasíður á knøttinum nýta kennifílur. Meira upplýsingar um kennifílur eru í Skjali B til hendan politikkin.

Persónskjøldur

Eitt amboð til at tryggja nøktandi verju av persónupplýsingum sum verða fluttir til USA. Hetta amboðið er ment av Evropa Kommissiónini í samstarvi við stjórnarmyndugleikar úr USA.

Persónupplýsingar

Allir upplýsingar um tín persón, sum vit viðgera, og sum kunnu føra til beinleiðis ella óbeinleiðis eyðmerking av tær.

Tóleind

Ein tóleind er ein persónlig telda, ein ambætari, ella ein mobil snildeind, herundir ein teldil.

Skjal B

1.         HVAT ERU KENNIFÍLUR?

Kennifílur eru smáðar tekstfílur, sum heimasíðir goyma á tíni teldu ella snildeind, tá tú byrjar nýtsluna. Til dømis “minnast” heimasíður tínar stillingar, tínar sertokkar og handlingar (so sum innritan, mál, skriftstødd, og aðrar skíggjastillingar), soleiðis at tú ikki altíð má velja tær umaftur og kann nýta kagan lættari og makligari.

2.         HVÍ GOYMA VIT KENNIFÍLUR?

Okkara heimasíða, eins væl og at kalla allar størri heimasíður á knøttinum, brúkar kennifílur til tess at veita tær tað besta brúkaraupplivilsi. Serstakliga hjálpa okkara kennifílur:

·      heimasíðu okkara at virka á tann hátt sum tú vildi væntað,

·      við at gera heimasíðuna skjótari og tryggari,

·      við at loyva tær at deila evni á sosialum miðlum,

·      til støðugt at betra okkara heimasíðu, og

·      til at gera okkara marknaðarføring úrslitabetri.

Vit brúka ikki kennifílur til at:

·      savna viðkvæmar persónupplýsingar,

·      flyta persónupplýsingar til triðjapartar, og ei heldur til at

·      fáa provisión av sølu.

Niðanfyri kanst tú fáa meira at vita um allar tær kennifílur sum vit brúka.

3.         FLEIRI UPPLÝSINGAR UM KENNIFÍLURNAR

3.1.      Kennifílur ið tryggja, at heimasíðan virkar rætt

Vit nýta nakrar kennifílur til at fáa heimasíðuna at virka rætt, til dømis til tess at:

·      avgera, hvørt tú ert innritað(ur) ella ikki,

·      minnast tínar leitistillingar,

·      minnast um tú hevur góðtikið okkara Nýtslutreytir

·      loyva tær at skriva viðmerkingar á okkara heimasíðu,

·      minnast um vit longu hava spurt teg ávísar spurningar (t.d. hvørt tú hevur avvíst at nýta okkara app ella svara spurningum í kanningum).

Tíverri, so er tað ongin vegur uttanum at brúka hesar kennifílur, annað enn at lata vera við at brúka okkara heimasíðu ella heilt at óvirkna kennifílur í tínum webkaga.

3.2.      Triðjapartsfunktionalitetur

Okkara heimasíða nýtir, eins og flest aðrar heimasíður, triðjapartsfunktionalitetir. Eitt vanligt dømi er at sameina eina triðjaparts videotænastu við okkara heimasíðu. Slettan av kennifílum vil sannlíkt óvirkja funktionalitetin, sum er veittur av hesum triðjapørtum. Um tú ikki ynskir at brúka hesar triðjaparts tænastur ella ikki ynskir okkum at goyma triðjaparts kennifílur á tíni tóleind, so kanst tú melda frá við at broyta stillingarnar í tínum webkaga.

Okkara heimasíða telir hesar triðjaparts kennifílur:

3.2.1. Kennifílur til sosialar miðlar

Loyva tær at deila innihaldið á okkara heimasíðu á sosialum miðlum ella at rita inn til Alfred skipanina umvegis Facebook ella Twitter ella at seta teg í samband við onkran beinleiðis frá okkara heimasíðu við at skriva umvegis Messenger.

Vit brúka:

·      Facebook (fleiri upplýsingar)

·      Google (fleiri upplýsingar)

·      Twitter (fleiri upplýsingar)

Avleiðingarnar á hesum øki fyri prívatlívsfriðin er ymiskur frá sosialum miðli til sosialan miðil og veldst eisini um, hvørjar privatlívststillingar tú hevur valt á hesum miðlum.

3.2.2. Kennifílur til vitjunarhagtøl

Vit nýta kennifílur til at seta saman vitjunarhagtøl, so sum hvussu nógv fólk hava vitja okkara heimasíðu, hvat slag av tøkni tey nýttu (t.d. Mac ella Windows, sum hjálpir okkum at eyðmerkja, nær ein heimasíða ikki virkar sum hon skal við eini ávísari tøkni), hvussu leingi tey dvølja á heimasíðuni, hvørjar síður tey hyggja at osv. Hetta hjálpir okkum til støðugt at betra okkara heimasíðu. Hesar greiningarskipanir (analytics programs) siga okkum eisini hvussu fólk komu inn á okkara heimasíðu, og hvørt tey áður hava vitja okkum.

Vit nýta:

·      Google Analytics (fleiri upplýsingar)

 

4.         ÓVIRKJAN ELLA AVMARKAN AV KENNIFÍLUM

Tú kann vanliga óvirkja kennifílur við at broyta stillingarnar í kaganum, til tess at forða honum í at móttaka kennifílur. Um tú ger tað, so avmarkar tú sannlíkt funktionalitetin av okkara og einum stórum tali av øðrum heimasíðum, tí kennifílur eru standard partur av flestu nýtímans heimasíðum. Kanska hevur tín ampi av kennifílum samband við sonevnt njósniritbúna (spyware). Tá skalt tú hava í huga at heldur enn at óvirkja kennifílur í tínum kaga, kanst tú røkka sama máli við at seta upp njósniverjuforrit (anti-spyware) sum sjálvvirkandi beinir fyri kennifílum, sum verða mettar ágangandi.

Niðanfyri finnir tú leinkju til kennifílastillingar í ymsum kagum:

·      Google Chrome

·      Microsoft Edge

·      Mozilla Firefox

·      Safari

Vilt tú loyva farsporum? Alfred brúkar farspor til at greina ferðslu á heimasíðuni og at gera tína uppliving betri. Vís meira.