Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli

Lærarastørv í Runarvíkar kommunuskúla skúlaárið 2025/2026

Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2025-2026


Søkt verður eftir:


• 2 lærarum í fast starv
• 5 til 6 lærarum í tíðaravmarkað størv vegna farloyvi og niðursetta tíð.


Endaliga tímatalið og setanin til tað eina tíðaravmarkaða starvið verður ikki ásett fyrr
enn eftir 1. oktober 2025.


Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í:
náttúrufakunum, málsligu fakunum, ítrótti og svimjing.


Søkt verður eftir lærarum, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin


Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða,
eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.


Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru
tænastumannsettir lærarar frammanundan. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2
sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru treytað
av, at tímajáttanin heldur.


Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.


Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum
í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. mai 2025 kl. 12.00.


Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo


Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen,
skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru
56 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Lýsing er stovnað30. April 2025
Umsóknarfreist13. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.ErligheitPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.Microsoft ExcelPathCreated with Sketch.Microsoft PowerPointPathCreated with Sketch.Microsoft WordPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.StundisligurPathCreated with Sketch.SharePointPathCreated with Sketch.TolsemiPathCreated with Sketch.ToymisarbeiðiPathCreated with Sketch.Undirvísing
Starvsgreinar
Starvsmerki