

Námsfrøðingar til dagstovnin/frítíðarskúlan Kamb á Kambsdali
Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 4. august 2025, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.
Um Kamb
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúru vøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali. Kambur veitir heilddagstilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Vit hava opið 7.15-17 gerandisdagar.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
- at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
- at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.
- at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
- at virða tað einstaka barnið.
- at ferðast nógv í náttúruni.
Vit ynskja at tú:
- ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
- er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
- dámar væl at vera uttandura
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
- Sær møguleikar fram um forðingar og megnar broytingar í arbeiðinum.
- undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið á Kambi
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnajáttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjarin verður settur í starv.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. juni. 2025
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 238092









