Vestmanna kommuna
Vestmanna kommuna
Vestmanna kommuna

Varaleiðari til dagstovnaøkið í Vestmanna

Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til ítróttadagstovnaøkið. Talan er um eitt fast starv við 30-35 tímum um vikuna.

Vit leita eftir einum ágrýtnum og nærverandi varaleiðara, sum brennur fyri at arbeiða við børnum, dugir væl at samstarva og hevur hug at seta síni fingramerki á menningina av einum serstøkum námsfrøðiligum umhvørvi, har vit leggja stóran dent á námsfrøðiliga ítrótt, rørslugleði, spæl og læru.

Okkara stovnsøki telur fýra deildir, Gjáarlon, Látipípuna, Kongskjallaran og Staðið, har 155 børn í aldrinum 1 til 10 ár hava sína dagligu gongd.

Sum varaleiðari ert tú ein týðandi partur av leiðsluni og hevur ein virknan leiklut í bæði námsfrøðiliga og fyrisitingarliga arbeiðinum. Tú ert fús/ur at taka á teg uppgávur í samstarvi við stovnsleiðaran. Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, samstarvspartar og leiðara. Tú traðkar eisini í leiðarans stað, tá tørvur er á tí.

Hetta bjóða vit tær:

  • Eitt spennandi starv í góðum kørmum.
  • Heimsins bestu starvsfelagar og ein góðan felagsskap.
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ábyrgd, ávirkan og menningarmøguleikum.
  • Møguleika at vera við til at menna framtíðar ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna.

Vit vænta, at tú:

  • Ert námsfrøðingur.
  • Megnar at skapa eitt mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi á stovninum saman við okkum.
  • Ert sjálvstøðug/-ur, álítandi og torir at taka stig og avgerðir, tá avbjóðingar skulu loysast.
  • Tú hevur dirvi til og ert áhugað/-ur í leiðsluuppgávum.
  • Trívist í einum virknum gerandisdegi við bæði námsfrøðiligum og fyrisitingarligum uppgávum.

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • Hevur royndir innan leiðslu.
  • Hevur áhuga fyri útilívi og náttúru.
  • Hevur royndir við námsfrøðiligum ítrótti.
  • Hevur útbúgving ella skeið innan ítróttarnámsfrøði.
  • Dugir væl at skriva og tosa føroyskt.

Arbeiðsuppgávur:

  • Vera næst/ur leiðaranum í fyrisitingini og stuðla og vegleiða starvsfólkum í gerandisdegnum.
  • Tryggja gott samstarv við børn, foreldur og starvsfólk.
  • Seta námsfrøðilig átøk og verkætlanir í verk
  • Arbeiða fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði.
  • Umsita tíðarskjøl, intranetið og gera arbeiðsætlanir.
  • Luttaka í upplæring av nýggjum starvsfólkum.

Setanarviðurskifti:

  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
  • Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
  • Ynskiligt er at tann, ið fær starvið, byrjar 1. desember 2026 ella skjótast gjørligt.

Umsókn:

  • Umsókn, saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum, kann sendast til [email protected]

Meira fæst at vita:

  • Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost [email protected]

Lýsing er stovnað13. oktober 2026
Umsóknarfreist4. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Vestmanna 350, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki