Hvannasunds kommuna
Hvannasunds kommuna
Hvannasunds kommuna

Námsfrøðingur til Skúlanum á Fossánesi

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli frá 4. januar til 17. juni 2027 við setanarbrotinum 0,50.

Um skúlan
Tað eru 38 næmingar frá 1. til 7. flokk í Skúlanum á Fossánesi, 5 lærarar og tveir námsfrøðingar.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum undir leiðsluni og í samstarvið við starvsfólkum skúlans, tekur lut í dagliga virksemi skúlans.

Starvið fevnir um saman við lærarum at skipa skúladagin hjá næmingum, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit søkja eftir námsfrøðingi, sum
• sær samstarv, sum ein týðandi part av starvinum, er fyrikomandi, tolin og álítandi
• hevur jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• er fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
• dugir at skapa góð og álitsfull sambond við næmingar, starvsfelagar og foreldur
• hava áræði til at taka ábyrgd

Tann, ið verður settur skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Ágóðar við starvinum

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 11-22.

Viðkomandi má tola, at arbeiðsuppgávurnar verða broyttar og tillagaðar leypandi gjøgnum árið.

Lýsing er stovnað4. november 2026
Umsóknarfreist19. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Fossávegur 27
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki