Javni
Javni
Javni

Dagligur leiðari

Vit hava eitt innihaldsríkt og avbjóðandi starv til tín, ið ynskir at gerast dagligur leiðari hjá Javna.

Talan er um eitt starv við stórum frælsi at menna og mynda eitt felag, sum seinastu 54 árini hevur virkað fyri teimum, ið hava menningartarn.

Vit leita eftir eini eldsál, sum brennur fyri javnrættindum. Saman við forfólkinum og nevndini leggur tú virksemið hjá felagnum til rættis og hevur dagligu umsitingina um hendi.

Starvið fevnir m.a. um at

  • fyrireika tiltøk, fundir, ráðstevnur, systkinabólkar og annað
  • samskifta við limir, myndugleikar, samstarvsfeløg innan- og uttanlands og onnur
  • umboða Javna í arbeiðsbólkum
  • hava ábyrgdina av umsitingini

  • hevur kunnleika til og áhuga fyri viðurskiftum innan brekøkið
  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir
  • dugir at taka stig til nýggj tiltøk
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og hava fleiri bóltar í luftini í senn

Vit bjóða

  • eitt innihaldsríkt, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • møguleika fyri menning
  • løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Talan er um parttíðarstarv á 3/4 tíð ella eftir nærri avtalu. Viðhvørt kann talan vera um uppgávur eftir vanliga skrivstovutíð.


Freistin at søkja starvið er týsdagin 20. mai 2025.


Starvið verður sett 1. juni 2025 ella eftir avtalu. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjun Lützen, dagliga leiðara, á tlf. 514827. Umsókn og lívsrensl skulu sendast til: marjun@javni.fo

Lýsing er stovnað6. May 2025
Umsóknarfreist20. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
100, 42 Hoydalsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki