Miðnám á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali

Stuðulsfólk til 19 ára gamlan drong.

Stuðulsfólk til 19 ára gamlan drong, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali

Um starvið

Talan er um stuðulsstarv komandi skúlaár – at byrja 11. august 2025 – í einum samstarvi
millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Stuðulsstarvið kann eftir nærri avtalu
býtast millum tveir – ella fleiri – stuðlar. Møguleiki er at leingja starvssetanina eitt
skúlaár afturat.


Arbeitt verður skúladagar frá klokkan 7.30 til klokkan 16.00, ella til skúlin er liðugur.
Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy og arbeiðsdagurin endar sama stað.
Stuðulstímar aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum drongin og stuðulin.


Arbeiðsuppgávurnar


Talan er um ein skjótt 20 ára gamlan drong við rørslutarni, sum gongur á Náttúrubreyt á
Kambsdali. Arbeiðsuppgávan er at koyra drongin í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at
vera um drongin í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum
viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum.
Tað snýr m.a. seg um viðurskifti í samband við samskifti, gera klárt til
undirvísingartímarnar og flutning. Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er
neyðugt, men ert tøkur alla skúladagin eftir tørvi.
Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er
eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hesin parturin av starvinum kann byrja
longu 1. juli og verður skipaður eftir nærri avtalu.


Førleikar/væntanir


Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at “relatiónin”
millum teg og drongin er góð. Vit vænta, at tú evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera
tætt at einum øðrum menniskja.


Vit vænta, at tú hevur eitt lætt lyndi, og at lagið er gott. Um tú hevur staðið
miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan, og ert kendur við umhvørvið, kann tað
møguliga vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið. Væntað verður, at tú ert kropsliga og
sálarliga væl fyri.


Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við dronginum. Um starvið verður býtt
millum fleiri, koma stuðulsfólkini eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og
sparra um stuðulsuppgávuna, og eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í
eindini, tá tørvur er á tí.


Fyri at fáa starvið er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.


Setanar- og lønarviðurskifti


Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið,
soleiðis at alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður, er
partur av starvshópi skúlans, meðan koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð
er undir Almannaverkinum við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt
brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.


Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.


Umsókn


Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo við heitinum “Stuðulsstarv”. Umsóknir
skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi 19.05.2025 kl. 23.00.


Nærri upplýsingar


Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara,
tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum ella til Súsannu Crooks, leiðara, telefon 297558,
viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

At vera um ein 19 ára gamlan rørslutarnaðan drong, at fylgja honum í skúla og hjálpa
honum við praktiskum tingum.

Krøv til útbúgving og førleikar

Koyrikort til persónbil og kropsliga og sálarliga væl fyri. Góðir sosialir førleikar.

Lýsing er stovnað24. April 2025
Umsóknarfreist19. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
1 Dalsvegur, Dalur 235, Føroyar
Miðnám á Kambsdali
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Koyrikort (B)PathCreated with Sketch.Kropsligur førleiki
Starvsgreinar
Starvsmerki