Føroya Bjór
Føroya Bjór
Føroya Bjór

Spennandi skrivstovustarv

Ver við til at skapa framtíðina hjá eini søguríkari føroyskari fyritøku!

Ert tú til dystin fús hjá eini av Føroya elstu fyritøkum?

Føroya Bjór leitar eftir einum ágrýtnum skrivstovufólki, sum kemur at vera ein týdningarmikil partur av okkara góða toymi. Tú verður við á eini spennandi ferð ímóti nýggjum málum.

Ein søgulig fyritøka við framtíðarvisiónum

Síðani 1888 hevur Føroya Bjór framleitt føroyskar góðskudrykkir, og vit hava vunnið okkum eitt navn fyri góðsku, nýskapan og burðardygd. Við einum fjøltáttaðum úrvali av øli, sodavatni, vatn, cider og lesk, umframt okkara eksklusiva úrval av gin, akvavitt og Whisky frá Einar´s Distillery, halda vit fram at skapa drykkir til føroyingar og heimsmarknaðin.

Í skrivstovutoyminum fært tú ein týðandi leiklut og verður við til at tryggja, at vit saman flyta okkum framá við nýhugsan og ágrýtni.

Hvat starvið umfatar

Tú kemur at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har tú verður partur av einum vælvirkandi toymi, saman við leiðslu, og góðum samstarvi við starvsfólkahópin.

Saman við starvsfelagum verður tú við til at skapa menning og úrslit. Arbeiðsdagurin hjá tær verður merktur av hesum:

· Samskifti við kundar og starvsfólk

· Bóka

· Fakturera

· Avstemman

· Telefon og móttøka

· KT – Navision

Tín bakgrund

Viðkomandi útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrki, sum gera teg føran fyri at taka ímóti avbjóðingum og tryggja góð úrslit

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt eftir avtalu og sambart ávísum sáttmála.

Ert tú til reiðar at taka av avbjóðingini?

Um tú hevur spurningar ella ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku Waag ella við telduposti til annika@foroyabjor.fo

Umsóknarfreistin er 18. februar 2025

Starvið verður sett skjótast gjørligt, tá ið vit hava funnið rætta viðkomandi

Lýsing er stovnað3. February 2025
Umsóknarfreist18. February 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
700, 19 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki